Lýsing
Lýsing
Lýsing

Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER 2025”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.01.2026 - 10:25 Tíðindi Vinna

Formula er nominerað til virðislønina “HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER 2025”, sum verður latin á HPE Awards. Vinnarin verður kunngjørdur fríggjadagin 30. januar 2025.

 

HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER er ein virðisløn, sum heiðrar samstarvs partnarar hjá Hewlett Packard Enterprise (HPE), ið hava skapt veruligan virði við nýhugsan, strategiskari tilgongd og við at flyta mørkini fyri, hvussu HPE-loysnir verða nýttar í veruligan rakstur.

Virðislønin verður givin til fyritøkur, sum:

                •               hava tikið nýggj ella øðrvísi stig við HPE-tøkni,

                •               hava gjørt mun hjá kundum við framkomnum og burðardyggum loysnum,

                •               og hava víst dirvi, nýhugsan og førleika at seta loysnir í rakstur, sum skapa ítøkiligar broytingar.

 

Formula – undangonguvirki á sínum øki

Formula hevur seinastu árini styrkt sína støðu sum eitt av fremstu tøknifyritøkunum á sínum øki. Í 2024 varð Formula bæði nominerað og vann heiðurin HPE Fighters, og í 2025 er fyritøkan aftur nominerað – hesaferð til Ársins HPE Game-Changer.

Henda tilnevning frá Hewlett Packard Enterprise er ein staðfesting av tí arbeiði, sum er lagt í at byggja burðardyggar, tryggar og framsøknar loysnir.

Ein fegin stjóri staðfestir at “Hetta er ein serlig løta fyri okkum í Formula. Tilnevningin vísir, at okkara fokus á nýhugsan, kvalitet og kundavirði ger mun – eisini á altjóða støði.”

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jupiter í norskan sjógv
Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAM…
Nú gerast morgun og kvøld ljós
Óli, Fríðin og Maradona
Bjørgvin góð 9.000 pund
26. januar er skúlin stongdur vegna star…
Kvøldskúlin: tilmeldingin fyri várhalvun…
Upplagt at vitja Skríggj
EM 2026: Ætlar tú til Malmø?
Sandavágs Talvfelag á FM-kós
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku