Lýsing
Lýsing
Lýsing
Øll náttúran skríggjar, heldur høvuðspersónurin í málninginum, men hinir báðir, sum hann fylgist við, hoyra onki skríggj og ganga bara víðari. | Mynd: Egin mynd.

Upplagt at vitja Skríggj

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.01.2026 - 11:00 Ítrottur Mentan

Ert tú stødd ella staddur í Oslo í hesum døgum, nú hondbóltsgarpar Føroya veruliga gera hol í sjógvin, men av góðum grundum heldur tað vera alt ov leingi at bíða eftir næsta dystinum, so er eitt gott hugskot at vitja Munchsavnið, ið er eitt listasavn við verkunum hjá Edvard Munch.

 

Norðlýsið vitjaði Munchsavnið um vikuskiftið og kann bara viðmæla tað. Høvuðsattraktiónin er sjálvandi Skríggj frá 1893, men Munch hevur fleiri onnur stak áhugaverd verk hangandi, ið eru verd at síggja.  

Um onkur undrast á, at Skríggj stendur óbundið í yvirskriftini, so er tað ikki ein villa. Edvard kallaði ikki verk sítt fyri Skriket, men bara Skrik. Munch málaði nevniliga fleiri málningar av tí. Tveir teirra eru oljumálningar – annar av teimum er upprunaliga Skríggið – tveir við pastellkriti og ein er eitt litografi (steinprent). Av teimum eru 3 á Munchsavninum, og tey verða ikki framsýnd samstundis. Skift verður millum tey, so bert ein útgáva stendur altíð frammi í senn. Ein fjórða útgáva varð í 2012 seld fyri 107 milliónir US-dollarar, ið er omanfyri 600 milliónir í okkara peningi, og tað var heimsmet.

Báðir oljumálningarnir hava verið stjolnir frá savninum, men eru komnir afturíaftur.

Søgan handan málningarnar og málaran er tó alt annað enn upplyftandi. Edward Munch varð føddur í 1863 í Noregi, men hevði ein alt annað enn lættan barndóm. Mamma hansara doyði av tuberklum, tá hann var 5 ár, og pápin var strangur trúgvandi, ið fleiri ferðir hótti børn síni við, at mamma teirra situr í himli og hyggur misnøgd niður at teimum. Onnur systir Munch doyði eisini, og sjálvur var Edvard ofta sjúkur. Hartil vóru fleiri í familjuni rakt av sálarsjúku. Hesi hørðu uppvakstrarár verða mett at vera høvuðsíblástrarkeldan til málningarnar hjá Edvardi Munch.

Vaksnamannalívið var heldur ikki gott við Edvard. Hann var fátækur, hevði ringar nervar og royndi at stilla teir við royking (hann var keturoykjari) og alkoholi, sum hann brúkti nógv av. Eitt miseydnað parlag setti eisini síni spor, eins og tað, at ein systur hansara varð innløgd á eitt sinnissjúkrahús.  

 

Skríggj

Sum flestum kunnugt er Skríggið ein ekspressionistiskur málningur. Sjálvur hevur Munch lýst íblásturin til júst tann málningin at vera eitt anfall av panikkangist hjá sær sjálvum. Hann og tveir vinmenn gingu yvir um eina brúgv, tá Edvard brádliga fær hetta anfallið. Vinmenninir ganga víðari, og tá er tað, at hann merkir eitt ógvisliga angist, ið hann lýsir sum eitt skríggj, ið fer gjøgnum náttúruna. Bylgjulinjurnar í ánni og á himni ímynda ljóðbylgjur, og veran á brúnni tekur hendurnar upp fyri oyruni fyri at halda teimum úti.

Ein orsøk til, at málningurin er so kendur – og er so nógv verdur – er, at hann er universellur. Málningurin talar eins væl til afrikanarar, amerikanarar, arabarar og asiatar sum til norðmenn. Eisini  er hann tíðarleysur, og fleiri enn 130 ár seinni heldur Skríggið fram við at tala til fólk.

-

Munchsavnið er opið kl. 10-18 bæði í dag og í morgin og kl. 10-21 mikudagin. Atgongumerki kunnu keypast á https://www.munch.no/en/visit-us/ ella við dyrnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Upplagt at vitja Skríggj
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ
Etika í Biskupstorg
Nýggjur áleypari til venjing