Hjartabarnið fekk 35.290 krónur frá Klaksvíkar Inner Wheel
Á føðingardagsfundinum hjá Klaksvíkar Inner Wheel kundi Jastrid Gullaksen avdúka upphæddina, sum Klaksvíkar Inner Wheel hevur savnað saman við søluni av til- og frá seðlunum við heklaðu hjørtunum og søluni av lekru hondgjørdu Madagaskartaskunum í alskyns sniðum og litum á jólaluksusloppum.
Úrslitið gjørdist 35.290 krónur. Peningurin fer óskerdur til Hjartabarnið í Føroyum, sum er áhugabólkur fyri foreldur og avvarðandi hjá hjartabørnum. Bólkurin er ein partur av Hjartafelagnum í Føroyum og varð settur á stovn í november 2008.
Fríðhild Højgaard frá Hjartabarnið móttók kekkin og greiddi frá um arbeiðið, tey gera við eitt nú tiltøkum, har til ber at hitta onnur hjartabørn og avvarðandi at hjartabørnum sum foreldrakvøld við sálarfrøingi, rørsludegi o.a.m. og takkaði fyri kærkomna stuðulin.
Les meira um Hjartabarnið á Facebook-síðuni:
https://www.facebook.com/Hjartabarnid
Klaksvíkar Inner Wheel Klubbi hevur íalt 18 limir og er partur av einari heimsumfatandi kvinnurørslu í 104 londum við umleið 108.000 limum. Endamálið er at fremja vinarlag, hjálpsemi og altjóða fatan. Inner Wheel er ein ópolitiskur felagsskapur og ein av størstu heimsfelagsskapum, hvørs endamál er at hjálpa kvinnum og børnum. Klaksvíkar Inner Wheel klubbi bleiv stovnaður í 1975.
Vit í Klaksvíkar Inner Wheel Klubba ynskja at takka so hjartaliga øllum, sum hava stuðlað innsavningini.
Fylg okkum á Facebook-síðuni: Klaksvíkar Inner Wheel Klubbi