Nú skulu stóru sløgini standa
Norðlýsið skilir at hósdagin 19. februar koma bæði Suðuroyartunnilin og hækkaði pensiónsaldurin fyri á Løgtingi, og av tí at talan er um 2. viðgerðir, so eru tingfólk noydd at ”bekenna kulør”. Atkvøðast skal í málunum, og verður meiriluti ikki fyri báðum, er alt annað enn óhugsandi, at samgongan slitnar, og val verður útskrivað.
Enn er ikki greitt, hvat av málunum kemur fyrst. Á heimasíðuni hjá Løgtinginum stendur bara, at talan verður um møguligar tingviðgerðir. Men heilt víst er, at Framsókn ynskir pensiónsmálið atkvøtt ígjøgnum fyrst, meðan Javnaðarflokkurin ynskir Suðuroyartunnilin avgreiddan fyrst. Og tað verður upp til triðja flokkin, Tjóðveldi, at skera ígjøgnum, tí løgtingsforkvinnan hevur seinasta orðið at skulað sagt um raðfylgjuna.
Í Løgtinginum hevur verið breið undirtøka fyri málinum um Suðuroyartunnil. Allir teir 4 stóru flokkarnir hava tingfólk ella landsstýrisfólk úr Suðuroynni, og tá málið var fyri í mai í fjør, var undirtøkan rættiliga stór. Tí er ein spinkul møguleiki fyri, at málið verður samtykt til 2. viðgerð. Spinkul, tí at meirilutin er tódnaður nógv síðani mai 2025. Miðflokkurin hevur síðani boðað frá, at hann atkvøðir ikki fyri nøkrum máli frá ”abortsamgonguni”, sum hann kallar hana, og hartil hevur ein tingkvinna í Tjóðveldi týðiliga givið til kennar, at hon er sera skeptisk yvirfyri málinum.
Sambandsflokkurin var eina løtu ikki so heitur fyri málinum, men boðar í dag frá, at Danmark er sinnað at veita statslán – tað merkir heilt víst, at Sambandsflokkurin fer at geva til kennar, at hann tekur undir við Suðuroyartunli, treytað av tí fíggingarleistinum.
Pensjónsmálið um hækkaðan pensjónsaldur er eitt desiderað taparamál. Arbeiðararørslan gav samgonguni av grovfílini fyri málið 1. mai í fjør, og málið varð eisini trekt aftur, tí fleiri tingfólk í samgonguni (4, segðist, men tað er óváttað) vístu seg ikki at vilja taka undir við tí. Her fer tað at bíta seg í halan, at samgongan hevur drýggjað málini so leingi, at tey koma beint uppundir val.
Neyvan er nøkur atkvøða at vinna við at hækka pensjónsaldurin, og tí er rættiliga víst, at ongin atkvøða fyri hægri pensjónsaldri kemur úr nøkrum av andstøðuflokkunum. Eftir eru so tær 18 samgonguatkvøðurnar, og roknast kann við, at arbeiðararørslan fer at fylgja væl við í, hvør teirra trýstir á hvønn atkvøðuknøtt. Tí vera samgongutingfólkini, tey hjá Framsókn undantikin, undir stórum trýsti hósdagin.
Lagnan hjá samgonguni verður eisini avgjørd hendan dagin. Fellur annað ella bæði málini, merkir tað ivaleyst antin samgonguslit ella – meir sannlíkt – nýval. Tó kann tað vera, at tey verða skotin út til horna og pjøssað verður upp á tey áðrenn 3. viðgerð. Men verða bæði málini samtykt, so kann roknast við, at samgongan situr valskeiðið út ella í øllum førum til og við í summar.
Verður Suðuroyartunnilsmálið samtykt, er eisini væl hugsandi, at samgonguflokkarnir (aftur her: Framsókn undantikin) fer at vinna heilt fitt av atkvøðum úr Suðuroynni. Hinvegin fer hægri pensjónsaldurin ikki at geva nakra atkvøðu; meira sannlíkt er, at tað fer at kosta Tjóðveldi nakað og Javnaðarflokkinum nógv.
Tingfundurin hósdagin 19. februar byrjar kl. 11.