Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  20.02.2026 - 07:00 Mentan Tíðindi Vinna

Í samband við at Landsstýrið hevur álagt øllum kommunum at gera ferðavinnuætlan, er Visit North farið undir at menna eina ferðavinnuætlan fyri flestu kommunurnar í Norðoyggjum

 

Endamálið við ferðavinnuætlanunum er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í ymsu kommununum, so hon verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt, við atliti til náttúru, lokal virði og trivnað í nærumhvørvinum. 

Heimafólk, festarar, hagastýri og onnur áhugað verða í hesum sambandi boðin til borgarafund. 

Á fundinum verður greitt nærri frá: 

  • hvat ein ferðavinnuætlan er og hvat endamálið er
  • hvussu arbeiðstilgongdin er skipað
  • hvussu borgarar og lokalir áhugapartar kunnu geva íkast til arbeiðið

Størstur dentur verður lagdur á tykkara íkast. Tí verður stórur partur av fundinum settur av til prát, spurningar og viðmerkingar. Hetta er fyri at geva øllum møguleika at koma til orðanna og seta fram upplivingar, ynski og hugskot um, hvussu ferðavinnan eigur at mennast í Norðoyggjum. 

Yvirlit yvir fundirnir: 

  • Viðareiðis Kommuna:  23. februar kl. 19.00 í Viðareiðis skúla
  • Hvannasunds Kommuna:  24. februar kl. 19.00 í skúlanum á Fossánesi
  • Kalsoy: Syðradalur, Húsar, Mikladalur og Trøllanes: 26. februar kl. 19.00 í Avhaldshúsinum í Mikladali
  • Kunoyar Kommuna: 2. mars kl. 19.00 í Bygdarhúsinum í Haraldssundi
  • Klaksvík, Árnafjørður, Ánirnar og Norðoyri: 3. mars kl. 19.00 í Varpinum í Klaksvík
  • Svínoy: Nærri kunning kemur seinni. 

 

Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka og leggja síni sjónarmið fram. 

Um tú ikki ynskir at taka orðið, verður eisini møguligt at lata skrivligt íkast á fundarstaðnum. 

Er ikki møguligt at møta á borgarafundi í tíni kommunu, ert tú vælkomin at møta á hinum fundunum.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…
SKA- Emmaus 90 ár
Jógvan framførir í Testovuni hjá Marin M…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Lyon Hansen á Country Festivalinum
Tiltøk í vikuni
Framsýning í Skúlanum á Fossánesi
Jóannes Bjartalíð hevur flest málstig í…
Hagstovan: 13,9 milliardir útgoldnar í l…