Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tveir debutantar móti Kosovo

FSF

Håkan Ericson hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja í venjingardystinum móti Kosovo. Teirra millum eru Andrias Edmundsson og Noah Mneney, ið harvið fáa sín fyrsta A-landsdyst.

Andrias Edmundsson og Noah Mneney vera við frá byrjan, tá Kosovo og Føroyar bresta saman í venjingardysti á Fadil Vokrri Stadion í dag klokkan 17:00, sum er klokkan 18:00 lokala tíð í Pristina.

Harvið fáa teir báðir sín allar fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar, nú Håkan Ericson, landsliðsvenjari hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja móti Kosovo.

Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Gilli Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Noah Mneney og Meinhard Olsen, og fremstu menninir vera Patrik Johannesen og Pætur Petersen.

Á bonkinum sita Bárður á Reynatrøð, Hans Jørgensen, Mads Boe Mikkelsen, Sonni Ragnar Nattestad, Klæmint Olsen, Heðin Hansen, Hanus Sørensen, Samuel Chukwudi, Jann Benjaminsen, Andrass Johansen, Martin Agnarsson, Kaj Leo í Bartalsstovu og Stefan Radosavljevic.

Orsaka av skaða er Gunnar Nielsen ikki við í Kosovo.