Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landsroyndirnar verða avtiknar

Jóhann Lützen

Landsstýrismaðurin í mentamálum fer í heyst at leggja fram broytingaruppskot til fólkaskúlalógina, sum millum annað ger, at landsroyndirnar, sum nú verða hildnar í 4. og 6. flokki, fara í søguna.

Tað stendur í løglistanum, ið varð lagdur fram saman við frágreiðingini hjá løgmanni fyri Løgtingnum ólavsøkudag. Eisini stendur, at aðrar broytingar verða gjørdar í fólkaskúlalógini, men tað stendur ikki hvørjar. Løgmaður nevndi, at samgongan vil hava ein meira skapandi fólkaskúla, har tað kreativa, handaliga og verkliga fær størri rúmd, tí øll børn og ung læra ikki á sama hátt. Hetta endurspeglast eisini í tí, sum løgmaður segði um yrkisútbúgvingarnar og yrkisnám.

Møguliga kann avtøkan av landsroyndunum tískil vera ein staðfesting av, at tær eru ov akademiskar og ov lítið yrkisligar, men hetta er einans ein giting.

Løgmaður segði annars í sjálvari røðuni, at landsroyndirnar í 4. og 6. flokki skulu endurskoðast og bara møguliga avtakast, men í Løglistanum stendur, at landsroyndirnar verða avtiknar við lógarbroytingini, sum kemur fyri tingið í heyst.