Vit skulu gera nógv meira fyri at forða fyri, at rúsevni koma inn í okkara land, sigur Elsebeth Mercedis
Niðanfyri hoyrir tú brot av røðuni, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygdóttur helt tá ólavsøkurøðan varð viðgjørd í løgtinginum
Tá ið rúsevnini fyrst eru komin inn í landið, er skaðin longu hendur. Tí eiga vit at styrkja efirlitið við landamørkunum bæði sjóvegis og loftvegis.
Fyribyrging byrjar við markið.
Vit skulu altíð verja okkara samfelag – serliga børn og ung – móti, at rúsevni gerst ein partur av gerandisdegnum.
