Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jákup Eydnugarð nýggur deildarleiðari hjá Nema í Klaksvík

Jóhann Lützen. Myndir Oliver Joensen

Vit raðfesta deildina í Klaksvík, vit ynskja at okkara kundar – bæði vinnukundar og privatkundar – fáa bestu tænastuna, sigur Gudny Langgard stjóri við Norðlýsið.

Jákup Eydnugarð er settur sum nýggjur leiðari her í Klaksvík, sigur Gudny.

Í hesum sambandi skipaði Nema fyri móttøku í spildurnýggju hølunum í miðbýnum í Klaksvík í dag.

Gudny Langgard stjóri hevði orðið og tað hevði nýggi deildarleiðarin eisini.

Lena og Niclas spældu nøkur løg.

Vit vóru framvið við myndatólinum.