Amarant
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-unglingarnir vunnu greipuna í 1979

Jóhann Lützen

KÍ-unglingarnir skrivaðu søgu í 1979, tá teir vunnu bæði landskappingina og steypakappingina. Men seinasti dagurin gjørdist øðrvísi enn ætlað.

Mótstøðuliðið møtti ikki upp til seinasta dystin, og KÍ vann tí uttan dyst. Frimann Baldvinsson helt, at hetta var ein keðiligur endi hjá ungu meistarunum. Hann savnaði tí kenda KÍ-liðið frá 1966 og skipaði fyri einum dysti millum liðini.

Vit eru ikki heilt greiðir yvir hvat hesin dysturin endaði, tað ger kanska onkur lesari?

Aftaná fingu unglingarnir FM-skjøl frá FSF og steypið handað. Sambært Torleif Sigurðsson var hetta fyrstu ferð, at FSF handaði heiðursskjal við nýggja búmerkinum hjá sambandinum.

Á unglingaliðnum vóru, aftast frá vinstru: Oddbjørn Joensen, Rógvi Justesen, Eyðfinn Mellemgaard, Bent Baldvinsson, Lassin Isaksen, Finn Joensen, Beddi, Oluf í Toft og John Kári Jacobsen.

Fremst frá vinstru: John Joensen, Símun Pauli Sivertsen, Markus Tummas Jacobsen, Ingvi Ragnarsson, Absalon Østerø, Beinur Poulsen og Jákup Heinesen.

Á felagssmyndini niðanfyri sæst eisini sjálvur „Mr. KÍ“, John Reid Bjartalíð uttast til høgru.

Amarant