So var hesin anti-Trumpski villskapurin um Grønland av, og teir mest heilavillu Trump-hatararnir sleppa undan at taka sovitablettir vikuna út.
’TDS’ er stytting fyri ’Trump Derangement Syndrome’, sum sálarlæknar kalla tann heilasjúka haturin, ið 88% av dønum og 58% av føroyingum liðu av til forsetavalið í 2024, og helst enn fleiri politiskir tonglar í brimi hava plágast av eftir valið.
Vit Trump-fjepparar
Vit Trump-fjepparar draga andan lættari, tí eitt fyrr verjuleyst Grønland undir ’hygge-Danmark’ nú er tryggjað í hesum verjusáttmála millum USA, Danmark og Grønland.
Nú hava bert USA og NATO-lond rætt til at flúgva, lenda, sigla oman- og undirsjóvar um alt Grønland. Grønland verður fevnt av ’Gylta verjuhválvinum’ Golden Dome hjá USA. Eingi lond uttan fyri NATO sleppa at gera strategiskar íløgur í Grønlandi.
Sáttmálin kann ikki broytast, uttan at USA loyvir tí. Kina og Rusland eru útilokað.
Sáttmálin júst sum vit væntaðu
Vit brúktu vit og skil, vónaðu og væntaðu, at avtalan bleiv sjálvsagdi endin á hesum verjutalvinum hjá Trump ímóti Danmark og ES-NATO! um Norðpólsleiðinar.
Rusland og Kina eru eisini útspæld og sett skákmát, m.a. tí at Trump sparkaði evropisku kloddarnar í Nato í afturpartin, tá eisini USA og ikki teir ríku statirnir í Evropa skuldu vísa mansmót og bjarga evropiska Ukraina undan Ruslandi og Putin.
Tann, sum tekur Trump bókstaviliga, skilir ikki politikk. Forsetin skal røkja sínar amerikansku veljarar. Men Trump skal altíð takast í álvara.
Journalistiskt skammiliga ryggleys
Tíðindadeildin í Sortudíki og allir miðlarnir hava verið skammiliga ideologisk og fakliga ryggleys sum hvalspýggjur, serliga árini við Trump í politikki frá 2015 til 2026.
Tit hava aldri viðurkent, at Trump blakaði russar og kinesarar úr Panamaveitini, úr Venezuela og út helvtini av Suðuramerika, eftir at hann steðgaði USAID, ið hevur fíggjað tað mesta USA-fíggindaliga virksemi í heiminum.
Tit hava ikki takkað Trump fyri, at hann og Ísrael forðaðu Iran at fáa kjarnorkuvápn. Skilja tit ikki, at Trump og Netanyahu eru í holt við at rudda mullah-stýrið, Hezbollah, Hamas og Houties hjá tykkum Trump-hatarum út úr Miðeystri?
Takkið nú Trump
Tit og tykkara undanfarnu veðurhanar vanvirdu eisini Churchill, tí hann var ’krígsgalin’ í 1930-unum.
Tit koyrdu Nixon frá, hóast hann steðgaði Vietnam krígnum, sum Kennedy byrjaði og Lyndon B Johnson (báðir sosialistar) rendi USA fast í við 58.000 deyðum.
Tit spottaðu Thatcher, tí hon ruddaði tann sosialistiska køstin hjá Wilson og Callaghan og einskildi vinnulívið, so tað vóru fleiri partaeigarar í fríum fyritøkum enn fakfelagslimir. Hon seldi leigarum í 3 mió kommunalum íbúðum, so tey gjørdust sjálveigarar.
Tit spottaðu Reagan, tí hann styrkti amerikansku verjuna, so Sovjet fall í grús, steðgaði 15% inflatión og 15% rentu hjá sosialistinum Carter.
Trump eigur eisini æruna fyri, at Kuba nú skríður í síni kommunistisku skræðu eftir at hava pínt og plágað tær 10 mió kubanarar og terroriserað alt Karibia í 60 ár.
Við amerikanskum Patriot missilum frá Trump noyðist Putin nú at leggja kongin ímóti Ukraina.
Tær einastu tíðindakeldur hjá føroyskum miðlum hava verið sosialistiskir aktivistar í CNN, NYT, WP, AP, Reuters, BBC, al Jazeera og so danskt fjant og fjas úr enda í annan.
Okkara miðlar hava bert humanistiskar og globalistiskar vinstrakeldur og aldri nakrar viðmerkjarar, ið nærkast miðjuni í politiska spektrinum.
Hesir miðlarnir hava í ein mansaldur dult og tí medvirkað til, at Evropa nú er fallið í islamskar ránsmannakløvur.
Tillukku, tit TDS-sjúku politisku vingluskøltar, at Svøríki longu fall til valið næst síðsta vikuskifti. 700.000 muslimar eru nú tungan á vágskálini í Svøríki so langt fram, sum eygað røkkur.
Sovið so væl víðari, til tit aftur fara upp á gagga um Trump.
Óli Breckmann