Klaksvíkar kommuna væntar 437 milliónir krónur í inntøkum næsta ár. Men hækkandi útreiðslur til eldraøkið leggja trýst á fíggjarkarmin fyri 2027, sum býráðið skal viðgera í morgin.
Útreiðslurnar til Norðoya Bú- og Heimatænastu eru settar til 106,2 milliónir krónur í uppskotinum. Tað eru 12,7 milliónir meira enn í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2026. Kommunan metir, at inntøkurnar frá landinum til eldraøkið ikki fylgja við útreiðslunum. Munurin verður sambært uppskotinum 21 milliónir krónur næsta ár.
Samlaði raksturin er settur til 333 milliónir krónur, 20,3 milliónir meira enn í fíggjarætlanini fyri 2026. Hækkingin til eldraøkið stendur fyri umleið 63 prosentum av hesum vøkstrinum. Harumframt eru staðfestar rakstrarmeirnýtslur á umleið átta milliónir krónur, sum enn ikki eru innarbeiddar í karmin.
Eftir rakstur og rentur verða 83,5 milliónir krónur eftir til íløgur og avdráttir. Kommunan ætlar at rinda 24 milliónir í avdráttum, og tí er íløgukarmurin settur til 59,5 milliónir krónur, um nýggj lán ikki verða tikin.
Uppskotið er ein fíggjarkarmur, ikki endaliga fíggjarætlanin. Býráðið skal viðgera raksturin 7. oktober og íløgurnar 4. november. Endaliga fíggjarætlanin verður eftir ætlan løgd fyri býráðið 26. november.
Almenni býráðsfundurin verður í Varpinum í morgin, hósdagin 24. september, klokkan 17.30. Fundurin kann eisini stroymast á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
