Matmarknaður, gongutúrar, skapandi verkstovur og hugni eru á skránni, tá Heystglóð verður í Klaksvík leygardagin 10. oktobur. Longu mánadagin byrjar Virkið Heyst og Heystglóð við tiltøkum alla vikuna.
Frá 5. til 9. oktobur verður nógv at fara til. Norðoya Gongufelag skipar fyri morguntúrum, og á skránni eru millum annað yoga á Hotel KG, søguløta á bókasavninum og smúkku- og máliverkstaður í Íverksetarahúsinum.
Hóskvøldið 8. oktobur verður einrøðuleikurin um Sáru Malenu, gandakellingina úr Skúvoy, sýndur á Biskupsstøðgarði. Sama kvøld verður hugnakvøldið Tann góði vanin við Miriam Gaardlykke Joensen í Varpinum.
Leygardagin 10. oktobur verður matmarknaður á Norðoya Fornminnasavni frá klokkan 11 til 16 við vørum frá staðbundnum veitarum. Eisini verður gongutúrur, opið hús hjá Norðoya Kvinnufelag og Herluf’s Café og tilboð í handlunum.
Øll skráin sæst á visitnorth.fo/heystglod.
