Klaksvík
6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rói Jacobsen nýggjur stjóri í Stýr

Jóhann Lützen

Rói Jacobsen tekur í dag við sum stjóri í Stýr eftir Snæbjørn B. Jacobsen, sum hevur staðið á odda fyri felagnum síðani stovnanina í 2011.

Nýggi stjórin hevur verið rakstrarleiðari í Stýr síðani 2019.

Leiðsluskiftið kemur eftir eitt virkið tíðarskeið, har felagið hevur flutt nærum allar kundarnar yvir á cloud-loysnir, fingið nýggj høli á Óðinshædd 9 og endurnýggjað búmerkið.

Snæbjørn B. Jacobsen sigur seg fegnast um, at felagið hevur rokkið fleiri av málunum, tað setti sær. Menningin innan vitlíki ger samstundis løtuna hóskandi at lata stjórasessin víðari.

Rói Jacobsen takkar fyri álitið og ætlar at byggja víðari á grundarlagið hjá felagnum.

– Vit vilja framhaldandi vera tann álítandi samstarvsparturin, sum hjálpir kundunum at gagnnýta møguleikarnar, ið talgilding og vitlíki skapa, sigur hann.