Fleiri tiltøk eru á skránni í Klaksvík í dag, fríggjadagin 9. oktober, sum partur av Virknum Heysti.
Klokkan 16.30–18.00 er listarframsýning við Bárði Dal Christiansen í Gamla Seglhúsinum á Klaksvíksvegi 48.
Kurvabóltsfelagið Hávur hevur opið hús í Badmintonhøllini á Bøgøtu 9 klokkan 16.30–18.30.
Í kvøld klokkan 21.00 er Bobblir & Beat á Hotel KG á Biskupstorgi 8. Øll eru vælkomin, og serprísur er á Ayala-sjampanju á 95 krónur.
Klokkan 22.30 verður Pub Quiz í Roykstovuni á Klaksvíksvegi 41.
