Vit hava keypt gamla Fiskivarða úr Vestmanna og hann kallast nú Dalsenni. Skipið kemur í staðin fyri gamla Dalsenni, sigur Johannes Nybo.
Johannes fer sjálvur at drifta skipið, hann verður skipari. Hann gjørdist liðugt útbúgvin skipari í summar.
Dalsenni KG 301 hevur eina longstu longd á 19,41 metrar og er 4,98 metrar breiður. Dýpdin upp til høvuðsdekkið er 2,56 metrar. Skipið er mátað til 90 bruttotons og 27 nettotons.
Motorurin er ein Mitsubishi S6A3-MPTA frá 2002. Hann hevur eina orku á 317 kW, svarandi til 431 hestakreftir, við 1.800 snúningum um minuttin.
Vit eru fimm eigararar og vit eru væl nøgdir við keypið, sigur Johannes Nybo.
Vit rigga skipið til nú og eftir ætlan fara vit fyrsta túr innan stutta tíð, sigur Johannes við Norðlýsið.



