Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lønarkarmurin hjá almennum starvsfólkum verður 3,86 prosent

Jóhann Lützen

Felags lønarkarmurin á almenna arbeiðsmarknaðinum verður 3,86 prosent fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2026 til 30. september 2027.

Tað er greitt, nú tjóðarroknskapurin fyri 2025 er almannakunngjørdur, og tølini fyri produktivitetsvøksturin eru tøk, upplýsir Fíggjarmálaráðið.

Í februar skrivaðu ráðið og 12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum undir avtalu um felags lønarkarm. Karmurin verður roknaður út frá produktivitetsvøkstri og prísvøkstri og síðani tillagaður eftir lønarkarminum á privata arbeiðsmarknaðinum.

Miðal produktivitetsvøksturin í árunum 2021–2025 var 1,80 prosent. Miðal prísvøksturin frá august 2023 til august 2026 var somuleiðis 1,80 prosent. Hetta gevur ein roknaðan lønarkarm á 3,60 prosent.

Tillagingin eftir privata arbeiðsmarknaðinum leggur 0,26 prosentstig afturat. Endaligi karmurin verður tí 3,86 prosent.

Sambært avtaluni verður lønarkarmurin frá 1. oktober 2027 ásettur á hvørjum ári eftir sama leisti, til avtalan fer úr gildi.