Veiðigjaldið eigur at verða roknað eftir veruliga avreiðingarprísinum fyri hvørja landing. Tað heldur Fróði Magnussen, løgtingsmaður, sum spyr Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um skipanin kann broytast.
Í einum skrivligum fyrispurningi eftir § 52a vísir Fróði Magnussen á, at veiðigjaldið í verandi skipan er eitt fast gjald fyri hvørt kilo í rundari vekt, ásett eftir miðalprísum í einum undanfarandi 12 mánaða tíðarskeiði.
Gjaldið fylgir sostatt ikki prísinum, sum skipið fær fyri ta einstøku landingina. Fellur fiskaprísurin nógv eftir eitt tíðarskeið við høgum prísum, kann reiðaríið framvegis skula rinda eitt gjald, sum byggir á teir eldru og hægru prísirnar.
Sambært Fróða Magnussen kann hetta gera tað ólønsamt at loysa og fiska. Høgur oljukostnaður økir uppaftur meira um váðan.
Verða skipini liggjandi, missa manningarnar lønarinntøkur, og landskassin kann missa inntøkur av bæði lønarskatti og veiðigjaldi, vísir hann á.
Fróði Magnussen spyr tí, um landsstýrismaðurin er sinnaður at broyta avrokningarháttin, so gjaldið verður roknað eftir veruliga avreiðingarprísinum og avroknað fyri hvørja landing. Soleiðis skal gjaldið minka, tá fiskaprísurin fellur, og hækka, tá prísurin hækkar.
Hann vil eisini vita, hvørjar lógarbroytingar og umsitingarligar tillagingar hetta krevur, eitt nú hjá skipum, sum virka veiðuna umborð, ella har søluprísurin ikki er endaligur við landing.
At enda spyr hann, um landsstýrismaðurin vil viðgera broytingina saman við myndugleikum og vinnuni, og nær arbeiðið í so fall kann byrja.
