Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanjon latið upp kontór í Havn

Jóhann Lützen

Kanjon hevur fingið sær kontór á Óðinshædd 11 í Tórshavn fyri at vera nærri kundum og verkætlanum í høvuðsstaðarøkinum.

Virksemið hjá Kanjon er vaksið seinnu árini, og fyritøkan hevur í dag kundar og verkætlanir um alt landið. Tað boðar Kanjon frá.

Við nýggja kontórinum vil fyritøkan styrkja sambandið við kundar og samstarvsfelagar í høvuðsstaðarøkinum og samstundis skapa góðar karmar fyri starvsfólkini.

Kanjon gleðir seg at taka ímóti kundum, samstarvsfeløgum og øðrum vitjandi á nýggja kontórinum á Óðinshædd 11.