Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya handarbeiðsskúli hevur opið hús tunnilsdagin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2017 - 11:54 Mentan Tíðindi

Føroya handarbeiðsskúli, sum heldur til í gomlu Heygabúðini á Heygavegi 23, hevur opið hús tunnilsdagin fra kl. 11:00 til 18:00.

Høvi verður at síggja skúlan, sum bjóðar ymiskar handaligar lærugreinir. Eisini verður ymiskt at síggja, sum er gjørt á onkrum av skeiðunum.

Føroya Handarbeiðsskúli hevur eina fjølbroytta skrá við ymiskum evnum innan handarbeiði. Kvinnur úr øllum landinum luttaka á skeiðum skúlans. Undirvíst verður m.a. í Brodering, tøving, garving, endurnýtslu, maskinbinding, dupultbindin og glaslist og øðrum. Hetta er eitt gott høvi at heilsa upp á lærarar og verða kunnað um skeið í komandi tíð.

Paulina M. K. Eliasen, sum er ein av lærarunum á handarbeiðssúlanum, fer at sýna fram prøvar úr bókini "Brodering til føroyska tjóðbúnan 2".

Kaffi og okkurt søtt fæst eisini.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026