Lýsing
Lýsing
Lýsing

Menn eru einfaldir. Og einfalt er gott.

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  20.01.2018 - 16:31 Bloggur Tíðindi

- Er hendan farvan ikki penari? Hvat heldur tú?

- Jú.

- Eg haldi at hendan er penari, men at hin var ljósari, so um hendan var eitt sindur ljósari, so hevði eg valt hana, heldur tú ikki tað?

- Jú.

- Hvørja heldur tú so, at vit skulu keypa?

- Vel tú bara.

- Nei, eg havi betri hug til hesa, heldur tú ikki eisini tað?

- Jú, keyp hasa.

- Ert tú sikkur uppá tað? Hygg at hesari ...!

 

Allir giftir menn hava havt omanfyristandandi samtalu í einum ella øðrum formi. Vit skulu dragsast við til innkeyp av klæðum, gardinum og tapeti. Sjálvt um menn bara kunnu skyna mun á tilsamans 16 farvum, verða vit við vold og makt sleipaðir við at góðkenna nýggja litin. Og vanliga keypir konan ikki tann sum vit viðmæla kortini.

Hví? Ein varhugi kann vera, at vit skulu roknast sum samsekir, um tapetið vísir seg at vera minni væleydnað. Tá kunnu tær siga, at vit vóru við til at velja tað, hóast tær valdu eitt heilt annað enn tað sum vit vildu hava.

Skuldi onkur kvinna lisið hetta, so er her ein vælmeint avdúking: Maðurin við eini meining um blómumynstrutar dekkserviettar finst ikki. Hann kann lata sum um hann hevur eina, men í veruleikanum veit hann ikki tað fjernasta um dekkserviettar, kanska ikki eingong hvat ein dekkserviettur er, og ið hvussu er ikki hvussu teir sum tit brúktu seinast sóu út, so tað gevur onga meining at senda hann at keypa sama slag sum seinast.

Nú vit eru við innkeyp, eru her enn eini vælmeint ráð: Gev manninum nokk av útførligum informatiónum um tað, keypast skal. Ikki bara skriva “mjólk” á innkeypslistan, tí so hevur tú sjálv skyldina av, at hann kemur aftur við einum einsamøllum bláum mjólkapakka. Skriva “4 pakkar av millummjólk”, um tað er tað, tú vilt hava.

Tá kvinnur eru keddar ella argar um eitthvørt, er somuleiðis týdningarmikið, at tær ítøkiliga siga, hvat tað er, sum bagir, ella eisini mugu tær liva við, at maðurin gongur út frá, at onki er galið. Spyr hann “er nakað galið?”, so nyttar onki at siga hvørki “Nei!” ella “Ja, hvat heldur tú?”, tí maðurin veit tað veruliga ikki, uttan so at tú hevur sagt honum tað. Ein onnur kvinna hevði helst kunnað roknað út, hvat tú meinti, uttan at tú kommunikeraði tað verbalt, men heteroseksuellar kvinnur eru nú einaferð noyddar at formulera seg við orðum.

Hetta skal ikki skiljast so, at menn eru primitivir. Nei, teir eru einfaldir uppá tann góða mátan. Okkara frum-forfedrar samskiftu fyri tað mesta við faktum, kropsmáli, andlitshábrøgdum og óartikuleraðum brummi, men allir vit menn løgdu hetta av umleið tá steinøldin endaði. Í dag skilja vit stórt sæð onki av forfedranna kropsmáli og brúka orð til nærum alt. Vit menn hava ikki samskift við kropsmáli í fleiri túsund ár, og tí er sera stórur kjansur fyri misskiljingum, um kvinnur kortini royna at kommunikera nakað týdningarmikið á tann hátt.

Tá menn tosa, so eru tað liðugt gjøgnumhugsað produkt av setningum, teir siga. Teir tosa ikki fyri at hugsa hart ella fyri at koma tættari teimum, sum teir tosa við. Teir tosa í loysnum. Byrja kvinnur at tosa um sínar trupulleikar, so gjøgnumskoðar ongin maður, at tað sum kvinnan veruliga vil, bara er at tosa um teir. Teir fara beinanvegin í holt við at loysa trupulleikan í høvdinum, og har tænir tað at práta um hann bara til at seinka loysnini.

Av tí sama tænir tað bara til at irritera, um trupulleikin verður ballaður inn, ella um væntað verður av manninum, at hann skal gita seg fram til nakað. Á eini húsatekning skulu standa allar strikur, mát og hvønn vegin hurðin skal ganga. Er neyðugt at gita seg til nakað, tekur maðurin tað ikki sum eina avbjóðing, men verður frusteraður yvir tað. Tað er tað sama, tá kvinnur tosa. Er neyðugt at tosa um nakað, sum ikki krevur eina loysn (tað halda menn ikki, at tað er), so eru aðrar kvinnur tær einastu røttu. Ikki maðurin.

Samanumtikið er onki at vinna við at taka mannin við at keypa nýtt tapet til stovuna og vænta at hann hevur eina meining um litin. Tað er nærum ongin av okkum, sum veit hvønn lit tað núverandi tapetið í stovuni hevur.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Lýsing