Lýsing
Lýsing

Steintór Rasmusen fekk Listavirðisløn Nólsoyar Páls 2017

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.01.2018 - 22:46 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var ein hugtakandi og virðilig løta í Atlantis í Kvøld, tá Listavirðisløn Nólsoyar Páls varð handað.

Ragnild Ellingsgaard var fyristøðufólk á kvøldinum, og tað kom hon sera væl frá. Um virðislønina og Norðurlj´ós segði varaborgarstjórin, Signhild V. Johannesen nøkur orð, síðani undirhildu Høgni Lisberg og Danny Baldursson við tónleiki.

Síðani kom stóra løtan, tá borgarstjórin, Jógvan Skorheim avdúkaði vinnaran av Listavirðisløn Nólsoyar Páls, sum er upp á 75.000 krónur.

Tá kekkur var handaður Steintóri og hann hevði hildið sína takkarrøðu, var lørift rulla niður, og vinfólk Steintórs trinu fram á loriftinum og róstu vinnaranum og ynsktu tillukku. Tey trý vóru Erik Biskupstøð, Rani Nolsø og dótturin Rakul Ró.

Aftaná tað, kom eitt “surprice” frá Rakul Ró og vinkum, har tær tríggjar høvdu yrkt, gjørt lag og sungu eina yrking til høvið. Eitt sera hugtakandi innslag.

Beinta Árnadóttir trein síðani fram á pall, har hon rópti hini trý, Hanus G. Johansen, Edward Fuglø og Eyð Matras upp á pallin og saman við Steintór fingu tey øll fýra eina CosmoNova heiðursplátu.

Tað seinasta og ikki minst áhugaverda, sum hendi á pallinum var, at Hanus G. Johansen undirhelt við gomlum minnum og sangi.

Eitt sera væl fyrireikað og hugvekjandi kvøld var komið at enda og vit, sum høvdu verið undirhildin í góðan tíma, kundu fara út í entreina, har Mimmy frá Fríðu hevði ymiskt leskiligt til okkara saman við drykkivørum frá Føroya Bjór.

 

Niðanfyri røða borgarstjórans, Jógvan Skorheim:

Gott kvøld, øll somul!

Norðurljós er komið fyri at vera.

Alskins upplivingar hava myndað hesa vikuna, bæði til børn, ung, miðalaldrandi og gomul.

Umframt tiltøk at fara til, so er meiri enn so komið fyri, at vit eru tikin á bóli.

Onkur hevur framført inni í FK, onkur annar uttanfyri Kunningarstovuna, og beint sum ljósgongan var komin yvir á Posthúsið, so stóðu tvær standmyndir uppi í bønum.

 

Endamálið við øllum hesum tiltøkunum er at seta sjóneykuna á mentanarlív og list í síni heild - og so ger tað einki, um vit eisini kunnu hava tað eitt sindur stuttligt samstundis.

 

Tað var stuttligt at uppliva mongu børnini og ikki minst øll tey vaksnu, til úti-BIO við Djúpumýru í gjár. “Kanska” eitt sindur kalt, men hvat ger tað, tá ið vit eiga klæðir at lata okkum í?

 

*

 

Nú til tað, sum alt hetta snýr seg um. Listavirðisløn Nólsoyar Páls.

Hetta er fjórða árið, Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað. 

Undanfarin ár er heiðurin og heiðurslønin farin til Hanus G. Johansen í 2013, Edward Fuglø í 2014 og Eyð Matras í 2015.

Undanfarin ár hevur tiltakið verið nýggjársaftan á Posthúsinum, og hevur bert verið avmarkað til ta einu løtuna um kvøldið.

Í ár hava vit valt at leggja á annan bógv, við fleiri ørvísi tiltøkum og yvir fleiri dagar. Eisini er handanin av Listavirðislønini flutt inn í hugnaligu hølini í Atlantis, so vit kunnu vera heilt vís í, at regn, vindur ella kavi ikki fer at órógva okkum.

***

Eins og tiltøkini hesa vikuna hava verið sera fjølbroytt og kreativ, so er eisini við kvøldsins høvuðspersóni.

Ofta avmarka listafólk seg til eina listagrein, men so er ikki við hesum persóninum.

Í heila tikið hóskar orðið “avmarkingar” seg slett ikki til viðkomandi persón.

Gjøgnum lívið og yrkisleiðina hevur høvuðspersónurin havt nógvar góðar og trúfastar fylgisveinar.

Familja og vinfólk mynda persónin næstan líka nógv, sum persónurin sjálvur, men ein fylgisveinur hevur verið í lívinum hjá viðkomandi í uppaftur longri tíð enn konan, sum hann fann sær í 1981 og tey trý børnini, sum er komin síðan tá: gittarin.

 

Gittarina hongdi hann um hálsin sum smádrongur og har hevur hon hingið mest sum uttan íhald líka síðan.

Hon er fyrsta og fremsta ljóðføri hansara, og hon eigur pláss í fleiri av hansara kendastu yrkingum. Og tær eru ikki so fáar!

Fjølbroytnið hjá hesum listafólkinum kemur týðiligast til sjóndar, tá vit kaga ígjøgnum repertoir’ið hjá honum. 

Sangir, gátur, yrkingar, filmar, tiltøk, bókaútgávur og annað mangt, eru bert nakað av tí, sum hetta listafólkið hevur avrikað.

Hóast málningalist er ein av teimum fáu greinunum, sum hann ikki hevur kastað seg útí (í hvussu er ikki alment), so málar hann meistarliga við orðum. 

Sum fáur dugir hann at skapa vakurleika við orðum og rímum, og onkursvegna megnar hann eisini at fevna um allar aldursbólkar. 

Harvið tryggjar hann, at øll ættarlið fáa sítt, bæði tá tað ræður um tónleik og skaldskap.

***

Hann er vanur at vera høvuðspersónur og í fokus. Hann hevur dirvi at traðka longri fram, enn nógv onnur vildu torað. Men hann hevur eisini eitt dýrabart talent, sum hann javnan ger nýtslu av: Hann sær møguleikarnar hjá øðrum fyri at skína. 

Sum fáur sær hann potentialið í fólki, og hann er altíð fúsur at geva burturav sínum royndum, sínum tilfari og sínum hugskotum til frama fyri onnur. 

Og endamál hansara er altíð tað sama: hann vil vera til íblástur fyri sína nútíð og framtíð. Hann vil gera mun.

***

Helst av somu orsøk er hann eisini ein afturvendandi figurur í flestu søgunum um mentanarlívið í Klaksvík, óansæð um vit tosa um ungdómshús og dansistað í 80’unum og tá tað ræður um húsið, sum í kvøld er karmur um heiðranina av honum. 

Stutt sagt er hann fjølbroyttur og fólksligur, og á onkran hátt kunnu vit øll spegla okkum í onkrum parti av honum.

Tað finst neyvan eitt mansbarn í Føroyum, sum ikki dugir at syngja við til fleiri av hansara sangum og hann er í roynd og veru fólkaogn fyri alla tjóðina. 

Tess hepnari eru vit í Klaksvík at eiga hann og hansara serliga tokka til heimstaðin. 

Listavirðisløn Nólsoyar Páls 2018 verður latin Steintóri Rasmussen!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…