Lýsing
Lýsing

Amerikanska tjóðin sýnir Billy Graham stóran heiður

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  23.02.2018 - 01:31 Mentan Politikkur Tíðindi

Samstundis sum KVF hóskvøldi klipti boðskapin hjá Billy Graham niður til at verða ein boðskap um helviti, demonir og illar andar hevur Amerikanska kongressin avgjørt at heiðra prædikumannin. Formansskapurin í amerikansku kongressini boðaði í dag frá at Billy Graham skal liggja til heiðurs í serligu ”Capital Rotunda” álvuni í Kongressbygninginum. Hetta er ein serligur heiður, sum einans er vístur 32 amerikanskum borgarum, harímillum Abraham Lincon, John F. Kennedy, Rosa Parks o.s.v……..

Í brævið til Franklin Graham, sum er elsti sonur Billy Graham, skrivar formanskapurin í Amerikansku kongressini soleiðis:

 

Kongressin saman við amerikanska fólkinum ynskir at bera okkara samkenslu til tykkara nú Rev. Billy Graham er fluttur heim.

Fyri at viðurkenna stóra arbeiði hansara fyri tjóð okkara, vilja vit, Umboðsmannatingið og Senati, um loyvi til at Billy Graham sleppur at liggja til heiðurs í Rotunda álvini í Kongressbygninginum í Washington DC.

Við tygara loyvi ynskja vit at skipa soleiðis fyri, so borgarar kunnu bera eina seinastu heilsan til Rev. Billy Graham, áðrenn hann verður lagdur til hvíldar.

Umframt Rev. Billy Graham er hesin heiðurin einans vístur trimum øðrum ”vanligum” borgarum.....

 

Billy Graham liggur til almanna skoðan frá 28. februar til 1. mars í eini kistu, sum er gjørd úr simplum furu krossviði. Kistuna hava fangar í fongsli í Lousiana smíðja.

Kistan kemur at standa á sama katafalkuri, sum varð bygdur í skundi til jarðarferðina hjá Abraham Lincon.

Les meira her

Samstundis sum amerikanska tjóðin heiðrar kenda prædikumannin, varð boðskapur hansara í sending um átrúnað í KVF hóskvøldi kliptur niður til at verða ein boðskapur um helviti, demonir og illar andar.

Her er eitt brot um Billy Graham á BBC

TRÝST HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…