Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ummæli: Gud signi Føroyar – Betesda

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  02.03.2018 - 09:18 Leiðarin Mentan Tíðindi

Haldi at Heini í Skorini er komin sera væl frá sendingunum higartil og fyri meg var tað rørandi at síggja myndir frá morgunmøti í Betesda har takkarbønir verða sagdar av monnum og kvinnum hvønn sunnumorgun. Haldi hetta er fyrstu ferð, at eg havi upplivað livandi myndir frá morgunmøti í Betesda. Hans Petur Hansen, myndamaður, megnar við framúr nærlagni at vísa okkum innum ”forhengið”. Tað kendist somuleiðis nærverandi at verða við tá ungur maður varð doyptur í Betesda.

Veit eg eri ógegniður – men kann ikki lata verða við at skrivað nakrar tankar – her sum eitt ummæli.

Haldi at Heini í Skorini er komin sera væl frá sendingunum higartil og fyri meg var tað rørandi at síggja myndir frá morgunmøti í Betesda har takkarbønir verða sagdar av monnum og kvinnum hvønn sunnumorgun. Haldi hetta er fyrstu ferð, at eg havi upplivað livandi myndir frá morgunmøti í Betesda. Hans Petur Hansen, myndamaður, megnar við framúr nærlagni at vísa okkum innum ”forhengið”. Tað kendist somuleiðis nærverandi at verða við tá ungur maður varð doyptur í Betesda.

Haldi eisini at hyggjarar fingu eina breiða fatan av, at Betesda er ein sera livandi felagsskapur, hóast sjónvarp sum miðil, einans hevur rúm fyri smáum útvaldum og redigeraðum bitum, sum skulu lýsa alt tað sum stundir ikki eru at vísa.

Nú tríggjar sendingar hava verið, kunnu vit longu staðfesta at høvuðsætlanin við sendingunum er ikki beinleiðis at lýsa samkomu ella kirkjulív í Føroyum. Tað er Helviti og Himmalin man ynskir at lýsa og mannalív og spurningar út frá hesum.  Allar sendingarnar higartil lýsa samkomurnar í einum skugga frá Helviti og Satan. Tað ger ikki sendingarnar minni áhugaverdar, men tað litar eisini alt sum hevur verði víst í sendingunum higartil. 

Í sendingini um samkomuna í Betesda fingu vit tó eitt glimt av einum Bíbliuforum, undir leiðslu av gudfrøðingi, har menn rannsakaðu, lærdu og kjakaðust um bíbilskar spurningar.

 

Skilji tó framvegis ikki hví starvsfólk hjá TAKS skal dragast inn í sendingina. Hon hevði givið sama svar um hon varð spurd um aðrar felagsskapir og feløg sum Klaksvíkar Ítróttarfelag, JFK, Bónus o.so.fr…. Eingin skattamyndugleiki í heiminum, sum eg kenni til, krevur at skatta roknskapir ella almennir roknskapir upplýsa nøvn á viðskiftafólkum og hvussu nógv hesi hava keypt fyri ella rindað feløgum.

 

Hóast traumatisku hendingarnar, sum rithøvundurin William Smith hevði upplivað í brøðrasamkomuni reistu viðkomandi spurningar fyri sendingina, so var hetta innslagið eitt sindur fremmant fyri nútíðina. Haldi at hon hoyrdi til eina lýsing av samfelaginum fyri 70 árum síðan. Ein kundi eins væl hava leita inn í fólkaskúlan um somu tíð, sum William Smith umrøður, fyri at lýst traumatiskar hendingar. Men spurningarnir William Smith reisti eru álíkavæl viðkomandi og klæddu sendingina har helviti og himmal er til viðgerar.

 

Sendingin um Betesda eins og undan farnu sendingar hava longu nú vunnið sær pláss, sum varðar í føroyskari miðlasøgu. Tað vísa hyggjaratølini og tann umrøða sum hevur verið millum manna av sendingunum.

Tí er at vóna at komandi sendinar verða eins áhugaverdar og tær undanfarnu.

Sendingarnar eru ein gluggi inn í føroyskt trúarlív – hvørki meira ella minni.

Hvat fólk so fáa burtur úr sendingunum avgera brillurnar tey hyggja við – men tað er eingin ivi um at Kringvarp Føroya og Heini í Skorðini hava rós uppiborið fyri sendingarnar og vónandi ferð KVF at halda fram við at framleiða líknandi tilfar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum