Lýsing
Lýsing
Karin Kjølbro hevur verið undangongukvinna í politikki. Her avmyndað í Spaniastovu,tá avdúkingin av standmynd av aðrari merkiskvinnu Elinborg Lützenhevði verið Úti í Klaksvík | Mynd: Oliver Joensen

Til allar kvinnur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.03.2022 - 06:30 Leiðarin Mentan

Í dag er altjóða kvinnudagur. Kring allan heimin savnast kvinnur at fagna sínum kyni, og tað er í stóran mun hesum kvinnurørslum fyri at takka, at javnstøðumálið fyllir so nógv í dagsins samfelag.

Kvinnurørslurnar byrjaðu so smátt í 1800-talinum, fingu síðani eina nýggja veking fyrst í hesi øldini, har okkara partur av heiminum, Norðurlond, var fyrstur at geva kvinnum valrætt. Danmark gav kvinnum valrætt í 1915, meðan vit í Føroyum kunnu breggja okkum av at hava givið kvinnum atkvøðurætt longu áðrenn hetta, tó ikki valrætt, men til eina einstaka fólkaatkvøðu. Hetta var fólkaatkvøðan um rúsdrekkasølu í 1907.

Kvinnudagurin bleiv altjóðagjørdur í 1920’unum, men eftir at kvinnur høvdu fingið valrætt, var tað sum um at nú var málið rokkið. Tí var ikki so nógv at hoyra til kvinnurørslurnar fyrstu áratíggjuni eftir tað. Í 1960’unum og 1970’unum kom tó verulig gongd á aftur, og hesaferð vóru tað málini um javnrættindi, líka løn fyri líka arbeiði, kvinnur út á arbeiðsmarknaðin, og kvinnur uppí politikk, ið vóru tey heilt stóru málini.

Í Føroyum vóru tað serliga kvinnubrotini Andrea Árting, Jona Henriksen og Karin Kjølbro, ið eru mest kendar frá hesi tíðini; Andrea fyri sítt ótroyttiliga lívsstarv í fakfelags- og arbeiðsmarknaðarhøpi, og Jona og Karin fyri at vera undangongukvinnur í politikki og fyrstu kvinnur á Løgtingi.

Vit eru komin langt síðani. Í 1970’unum var púra vanligt, at har vóru 2 lønartalvur, ein fyri menn og ein fyri kvinnur, har kvinnan “sjálvandi” (í tátíðar-optikki) fekk minni. Í dag er tað líka sjálvandi, at hetta er ólógligt. Kvinnurnar hava síðani yvirhálað menninar, tá tað kemur til at taka útbúgvingar. Á arbeiðsmarknaðinum klæða tær mong leiðandi størv, hóast menninir á tí økinum framvegis eru við yvirlutan.

Á hvørjum ári verður spurningurin settur, um tað í heila tikið er neyðugt at halda kvinnudagin longur, og um málsetningurin ikki er rokkin. Her á Norðlýsinum halda vit, at hann er rokkin, tá kvinnurnar sjálvar halda, at hann er rokkin. Tá kvinnur fingu valrætt, vóru fleiri sum hildu, at nú høvdu kvinnurnar fingið tað, tær vildu hava, og nú var kvinnustríðið av. Men tað er ikki upp til onnur at gera av.

Eftirfylgjandi vísti tað seg, at har var nógv eftir, og alt stríðið fyri líkaløn framvegis var eftir at fara undir. Tá tað varð fingið undir land, bleiv so aftur spurt, um tað ikki var nokk, og um kvinnurnar ikki nú hava fingið tað, tær vildu. Onkurvegna vilja summi fegin, at kvinnur gevast við at stríðast. Men so leingi kvinnur sjálvar eru av teirri fatan, at tær ikki fáa ta rúmd í samfelagnum, tær eiga at hava, ja, so fara tær sjálvandi ikki at gevast. Og tað er bara gott.

Norðlýsið ynskir øllum (k/m) ein góðan Kvinnudag!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…