Lýsing
Lýsing
Lýsing

John William: HB-KÍ dystirnir eru nakað serligt

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.03.2018 - 20:58 Ítrottur Tíðindi

Fyrrverandi KÍ málverjin og fótbóltsviðmerkjarin John William Joensen heldur, at tað er nakað serligt, tá HB og KÍ møtast.

John William Joensen hevur spælt fleiri ferðir í hesum dystum og hevur eisini skrivað nógv um hesar dystirnar.

- Søgan hevur nógv at siga. Hetta er størsti býður móti næststørsta býði. Hetta eru liðini, sum hava vunnið mest. Fyri nøkrum árum síðani lá KÍ á odda yvir FM heitir, men í løtuni hevur HB ta leiðsluna. Fram til 1972 sat KÍ á føroyskum fótbólti, síðani tók HB yvir fram til 1990. KÍ átti 1990'ini saman við GÍ, meðan HB hevur sitið á tí mesta hesa øldina fram til fyri fáum árum síðani. Seinastu tvey árini hevur KÍ verið sterkari enn HB, og stuttligt verður at síggja, hvussu verður í ár. HB vann 5-1 á KÍ seinasta venjingardyst, so okkurt bendur á, at HB ætlar sær nakað í ár. Men hinvegin hevur KÍ eitt sterkt lið aftur í ár, og nú teir ikki hava fingið vant fyri kava, so vænti eg, at leikararnir eru tendraðir uppá at sleppa at spæla sunnudagin, sigur John William Joensen.

 

 

HB og KÍ spæla í Gundadali sunnudagin kl. 15.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk