Lýsing
Lýsing

Álit viðv. innliti í innanhýsis skjøl, sum eru latin kanningarstjóra

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  15.03.2018 - 10:24 Politikkur Tíðindaskriv

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at innlit ikki varð latið í innanhýsis skjøl hjá Fiskimálaráðnum, sum vóru latin einum kanningarstjóra.

Í § 7 í lógini um alment innlit er ásett, at rætturin til skjalainnlit ikki fevnir um innanhýsis arbeiðsskjøl. Verða skjølini send øðrum myndugleika ella latin øðrum uttanfyri myndugleikan, missa skjølini í flestu førum eyðkenni sum innanhýsis skjøl. Innlit kann tískil sum meginregla ikki longur sýtast í skjølini við heimild í § 7, men møguliga heilt ella partvís við heimild í øðrum ásetingum í lógini.
 
Vísandi til serligu eyðkennini hjá kanningarstjóranum helt umboðsmaðurin mest tala fyri, at innanhýsis skjølini, á sama hátt sum tá innanhýsis skjøl verða latin umboðsmanninum, ikki høvdu mist innanhýsis eyðkenni, tá tey vórðu latin kanningarstjóranum.
 
Umboðsmaðurin helt heldur ikki, at skjølini høvdu mist eyðkenni sum innanhýsis skjøl við at brot varð lisið upp úr einum innanhýsis uppriti á einum fundi, skipaður av kanningarstjóranum í desember 2017, sum almenningurin hevði atgongd til.
 
Av tí, at umboðsmaðurin ikki helt niðurstøðuna vera púra ivaleysa, mælti umboðsmaðurin samsvarandi § 12, stk. 1 í umboðsmanslógini løgmanni og Løgtinginum til at regulera arbeiðsháttin hjá kanningarstjórum nærri, herundir taka støðu til, hvørja støðu innanhýsis skjøl, sum verða latin einum kanningarstjóra, skulu hava. (LUM 17/00094).

Sí álit her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…
Føroysk skip fáa tillutað royndarkvotu í…