Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dreymabyrjanin hjá KÍ helt fram

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  03.04.2018 - 10:45 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

(Dystarfrásøgn) Tað var ikki ein av best spældu dystunum, tá TB/FCS/Royn og KÍ spældu landskappingardyst í Trongisvági. KÍ vann og helt málið reint enn einaferð, og tað hevur KÍ í søgu felagsins ongantíð fyrr megnað allar tríggjar fyrstu landskappingardystirnar.

TB/FCS/Royn hevði broytt leikskipan til dystin og spældu við trimum í verjuni, meðan Búi Egilsson, Salmundur Bech og Stefan Radosavljevic skiftust um at spæla teir fremstu leiklutirnar. Hjá KÍ var Jákup B. Andreasen ikki við. Tað gjørdi, at Hørður H. Askham var fluttur fram á miðvøllinum, meðan Marko Dusak kom inn í miðverjuna. Hetta var hansara fyrsti dystur í fleiri vikur og tað sást fyrstu løtuna, tá hann var ótryggur við bóltinum. Hann spældi seg tó væl upp og var ofta tann, ið ruddaði bóltarnar burtur.

 

 

Deni Pavlovic er flúgvandi

Einasta málið kom um miðjan fyrra hálvleik. Jóannes Bjartalíð sendi fríspark í høvdið á Deni Pavlovic, sum sostatt skoraði í oynni, har hann sum smádrongur hevur búð í tvey ár. Júst Deni Pavlovic hevur fingið eina flúgvandi byrjan í KÍ og hevur allar tríggjar dystirnar verið millum teir mest eyðsýndu leikararnar á vøllinum í sínum leikluti sum miðverji. Hann var valdur til dagsins leikara av Bláu Bylgjuni eftir dystin í Trongisvági. KÍ kundi havt fingið fleiri mál í fyrra hálvleiki, har serliga Boris Dosljak var nær við.

 

 

Heimaliðið kundi javnað

Í seinna hálvleiki var KÍ tvær ferðir nær við at økja og avgera dystin, men stengurnar bjargaðu heimaliðnum, tá Óli Ey. Poulsen og Ronni Møller-Iversen royndu seg. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, so var tað sum um heimaliðið legði meir fyri. TB/FCS/Royn hevði tríggjar góðar royndir, sum kundu givið mál. Men KÍ slapp við skrekkinum og mongu útiáskoðararnir kundu fegnast, tá Bjarki Danielsen floytaði av.

 

 

KÍ liðið er væl fyri

KÍ hevur fingið eina flúgvandi byrjan við trimum útisigrum, har einki mál er farið ígjøgnum. Leikliga var hesin dysturin kanska tann, har KÍ hevði størst trupulleikar við at spæla, men samanumtikið var tað kanska uppiborið, at KÍ vann, hóast TB/FCS/Royn var nær við at javna í síðsta partinum av dystinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Sannleikin er ofta illa lýddur
Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði
Føroysku badmintonleikarar­nir gera um se…
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden I…
Konsertrøð við sello og klaver
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
- Tunnilsgjaldið hevur ongan týdning lon…
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Tiltøk í vikuni
Støkk havt aðalfund
Nýggi leiðarin í Kvinnu­húsi­num er Asløg…
Virkið Vár: Várkafé á bókasavninum
Lýsing