Lýsing
Lýsing
Jan Rasmussen, Lækni, Ph.D.

Eitt heilsuverk í menning – ein íløga í vælferðarsamfelagið

SKRIVAÐ: Jan Rasmussen, Lækni, Ph.D.  |  10.07.2018 - 09:35 Lesarabrøv Tíðindi

Tá ein fer út um landoddarnar at virka í einum nýggjum høpi ber til at eygleiða, hvørjar dygdir og lýti eyðkenna aðrar skipanir og samanbera við tað, ein kennir frá áður – í hesum førinum sjúkrahús og heilsuverk.

Fyri trimum árum síðani flutti eg úr Føroyum til Keypmannahavnar at útbúgva meg til serlækna í hjartasjúkum. Tá hevði eg verið ein áhaldandi partur av føroyska heilsuverkinum í uml. 8 ár, sum virkin lækni, granskari og formaður í Hjálparlækna- og síðani Læknafelagnum. Eg havi javnan vitjað aftur at arbeiða í styttri tíðarskeið og havi varðveitt sambandið við fyrst og fremst Landssjúkrahúsið, men eisini føroyska heilsuverkið sum heild. Eg havi tískil eitt rættuliga gott innlit í, hvørjar avbjóðingar føroyska heilsuverkið hevur at berjast við, men eisini hvørjar fyrimunir og dygdir okkara heilsuverk hevur í mun til onnur.

 

Gjøgnumskygni

Tað var eitt ávíst lop at fara frá vandum umstøðum á Landssjúkrahúsinum til eitt stórt og rokaligt sjúkrahús, ið tænir einum stórum parti av Keypmannahavn. Tað sló meg nokkso skjótt, tá ein arbeiddi sum lækni í hesum nýggja størra umhvørvinum, hvussu trupult tað kundi vera at gjøgnumskoða, júst hvar tann einstaki sjúklingurin endaði, tá eg hevði tosað við hann. Var tað vist, at viðkomandi sjúklingur varð loftaður á einari aðrari deild, ið eg ávísti til, men har eg ikki kendi nakran? Sjúklingarnir vórðu verandi fremmandir fyri einum, tí ein kundi ikki vænta at síggja viðkomandi aftur – ei heldur kundi sjúklingurin vænta at síggja sama lækna aftur, tá sjúklingurin møtti til viðtalu. At varðveita gjøgnumskygni sum lækni og sum sjúklingur í einari stórari torgreiddari skipan er sera avbjóðandi. Tá er øðrvísi í einum lítlum heilsuverki, har flestu læknar kenna og hava eitt innanhýsis álit á hvønn annan. Ein kennir viðkomandi í hinum endanum, tá ringt verður um sjúklingar at fáa eitt gott ráð – og í flestu førum kunnu sjúklingarnir vænta í stóran mun at síggja somu læknar aftur, hóast undantøk tíverri eru á ávísum serøkjum. Økta gjøgnumskygnið í einari lítlari skipan gevur ein ávísan nátúrligan tryggleika, men vandar eru í hvørji vælferð, um ein ikki er varin.

 

DRG

Donsku sjúkrahúsini verða í stóran mun fíggjaði eftir, hvat kotuskrásett virksemi verður framt á sjúkrahúsunum – sokallaði DRG stýrileisturin. Ymisku tænasturnar hava eina ávísa kotu, ið útloysir ein ávísan DRG takst. Roknað verður so fram til eina peningaupphædd, sum ein sjúkrahúsdeild ella sjúkrahús kann vísa á er tørvurin, um sama virksemi skal varðveitast árið eftir. At síggja til á skræðuni ein skilagóð skipan. Í Føroyum hevur hesin leisturin ikki verið brúktur í líka stóran mun. DRG stýrileisturin er tó ivasamur. Alskyns snildir verða brúktar at tryggja, at skrásetta virksemið kann útloysa so stórar og nógvar DRG takstir sum gjørligt á donskum deildum. Eg havi t.d. upplivað, at hjartasjúklingar á einu deildini skuldu møta til journalupptøku, ultraljóðskanning og síðani svar tríggjar ymiskar dagar, tí so fekk viðkomandi deild DRG pening fyri tríggjar viðtalur. Í Føroyum vildi sami sjúklingur verið avgreiddur við einari viðtalu. Veruleikin er tískil, at eg, við støði í mínum royndum á serliga Landssjúkrahúsinum, meti, at dagliga virksemið í mongum førum verður avgreitt væl meira skynsamt enn í Danmark, har DRG stýrileisturin hevur havt óhepnar fylgjur við sær.

 

Viðbrekið heilsuverk

Lítil ivi er um, at skynsama arbeiðslagið í Føroyum er ein beinleiðis avleiðing av, at læknamanningin í føroyska heilsuverkinum hevur í long tíðarskeið verið so sperd, at neyðugt hevur verið at hugsavna seg um at fáa so nógvar sjúklingar ígjøgnum við t.d. so fáum viðtalum sum gjørligt. Hóast hetta, ger áhaldandi trotið á serlæknum innan mong serøki, at tað er ein kampur at tryggja, at bíðilistar til alskyns kanningar og viðgerðir ikki vaksa. Innan summi serøki eru glottar, treyðugt so, men lítla føroyska heilsuverkið við lítla læknahópinum er sera viðbrekið. Velur t.d. ein serlækni at stinga í sekkin ella at fara á pensjón, so kann eitt heilt serøki standa á berum – og harvið ein sjúklingabólkur verða hálvavegna sleptur uppá fjall. Fyrimunir eru við einum lítlum heilsuverki, men samstundis eru avbjóðingarnar eisini ovurstórar at tryggja, at hildið verður eitt støði ájávnt tí, ið ein kann vænta í einum framkomnum landi.

 

Menningin

Hóast føroyska heilsuverkið verður rikið effektivt og skynsamt, so tykist politiska skipanin ikki í nóg stóran mun raðfesta, at heilsuverkið eisini áhaldandi skal mennast. Um ein stendur í stað, so gerst ein eftirbátur í mun til onnur. Tá eitt heilsuverk er spert og allar resursir verða brúktar at halda stand, so er lítið yvirskot at gera nýggj átøk og menna nýggj tilboð. T.d. kann ein føroyingur, ið kennir sær eitthvørt, ið kundi bent á krabbamein, ikki vera vísur í at verða kannaður og settur í viðgerð innan eina ávísa tíð – í mun til t.d. ein dana, ið hevur eina lógarásetta trygd fyri útgreining og viðgerð. Ongin í føroyska heilsuverkinum hevur havt orku at skipa og menna eitt tilboð, ið kann tryggja, at allir føroyskir sjúklingar við illgruna um krabba fáa somu treytir og sømdir um skjóta útgreining og viðgerð sum í grannalondunum – og eingin politisk raðfesting hevur heldur verið hesum viðvíkjandi. Ei heldur kann ein føroyskur hjartasjúklingur í bráðneyð vænta at verða viðgjørdur av einum hjartalækna eftir kl. 16 ella í vikuskiftinum, tí peningur ikki er vorðin játtaður til, at hjartalæknar kunnu vera í døgnvakt árið runt. Tvey dømi, har í veruleikanum stór framstig kundu verið framd fyri trygdina hjá føroyska sjúklinginum innan tvey av størstu og vandamiklastu sjúkuøkjunum fyri lutfalsliga lítlar upphæddir, um tað bert varð raðfest politiskt. Tað gerst skjótt hugstoytt at vera lækni í einum heilsuverki, har karmarnir eru so trongir, at menningin steðgar, tí tað rakar sjúklingin antin so ella so.

 

Økt samskipan

Heilsumálaráðið og verandi heilsumálaráðharri skulu tó hava rós fyri at royna at bøta um ávís viðurskifti, ið hava ligið á láni í mong ár. Átøkini at samskipa virksemið millum sjúkrahúsini í Føroyum betur koma vónandi at hjálpa uppá summi viðurskifti – t.d. kann hugsast, at ovurstóra undirskotið av songjarplássum á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum kann avmarkast við, at Medisinski Deplinum fer at fevna um eitt ávíst tal av songjarplássum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ein depil í tveimum húsum – nakað, sum verður nógv brúkt í eitt nú Keypmannahavn, har átta sjúkrahús eru á einum rímiliga lítlum landafrøðiligum øki. Nútímans fjarskiftisloysnirnar gera, at fjarstøðan millum starvsfólkini ikki hevur stórvegis týdning. Kostnaðurin at reka heilsuverkið kemur tó ikki at minka við hesum átøkum – men kanska nakrir av okkara veikastu sjúklingum sleppa undan at liggja á gongini á t.d. B6 undir óvirðiligum umstøðum eins og er gerandiskostur nú.

 

Framkomið heilsuverk í einum framkomnum landi

Í hesum døgum, tá Landssjúkrahúsið í góðari tíð hevur gjørt vart við, at peningur kemur at vanta í bara fyri at halda verandi virksemi, kemst ikki undan, at tað tykist sum ávísir partar av politisku skipanini hálvavegna illtonkja Landssjúkrahúsið at oyðsla og ikki duga at umsita játtaða peningin á fullgóðan hátt. Tískil hendan viðmerkingin at vísa á, at veruleikin er ein heilt annar. Uttan iva finnast sertøk dømi um viðurskifti, sum ikki eru nøktandi, men samlaða myndin er heilt greið eftir mínum tykki – Landssjúkrahúsið og føroyska heilsuverkið avrika meira til frama fyri føroyska samfelagið fyri játtaða peningin, enn ein í veruleikanum kann krevja. Veruleikin, ið øll mugu síggja í eyguni, er, at eitt framkomið heilsuverk í einum framkomnum landi kostar nógvar pengar at reka, og tað verður ikki bíligari. Men samstundis er eingin ivi um, at kostnaðurin av føroyska heilsuverkinum í mun til bruttotjóðarúrtøkuna seinastu árini er minkaður munandi, orsakað av stóra búskaparvøkstrinum í føroyska samfelagnum. Samanborið við onnur londur eigur føroyski búskapurin tískil eisini at megna at bera, at heilsuverkið verður raðfest fíggjarliga.

Vaksandi kostnaðurin av heilsutænastum er ein endurspegling av tí gleðiliga veruleika, at óendaliga nógv meira kann verða gjørt í dag at hjálpa menniskjum, ið gerast illa stødd av sjúku, enn fyri bara einum lítlum ættarliði síðani. Medisinska menningin gongur við rúkandi ferð, og tað er ein avbjóðing at fylgja við hjá flestu heilsuverkum, hetta er einki serstakt fyri tað føroyska. Men tað føroyska heilsuverkið er sum nevnt so lítið og viðbrekið í mun til flestu av okkara grannalondum, at marginalarnir eru evarska lítlir og avleiðingarnar stórar, tá inntriv verða gjørd, tænastur uttanlanda dýrka ella neyðugt er at fáa dýrar avloysarar, tí serlæknar gevast og sjúklingahópurin veksur.

 

Heilsupolitikkur

Ein kanning vísti nýliga, at danir mettu støðuna í danska heilsuverkinum at vera millum tvey tey mest umráðandi politisku málini yvirhøvur. Og tað sæst eisini aftur í bæði donskum fjølmiðlum og ikki minst politiska kjakinum. Heilsupolitikkur fyllir heilt einfalt meira enn í Føroyum. Tey fólkavaldu vilja nátúrliga kappast um at tekkjast veljaranum innan tey øki, ið veljarin leggur størst dent á. Vanligi føroyingurin, sjúklingafeløg og fjølmiðlarnir eiga tískil sín stóra leiklut at tryggja, at heilsuverkið og heilsupolitikkur koma at fylla meira hjá politisku flokkunum í Føroyum. Eg eri sannførdur um, at vanligi føroyingurin ynskir, at heilsuverkið skal megna at veita teimum bestu og skjótastu útgreining og viðgerð, um sjúka rakar. Sum lækni og føroyingur kann eg í øllum førum ikki góðtaka annað.

 

Álit

Loysnin á mongu avbjóðingunum, ið føroyska heilsuverkið hevur og fer at hava, verður ikki at tátta teymarnar og krevja meira skráseting við DRG líknandi virksemistakstum og fylgjandi umsiting. Grundleggjandi krevst, at politiska skipanin hevur álit á heilsuverkinum og fakfólkum tess – samstundis sum politiska skipanin setur krøv um og veitir neyðugu fíggingina til, at heilsuverkið veitir eina framkomna og munadygga tænastu til føroyska sjúklingin. Politiska skipanin og politisku flokkarnir má geva sær størri far um heilsupolitik og í størri mun lurta eftir teimum, ið virka fyri at føroyska heilsuverkið áhaldandi kann bjóða og menna alla neyðuga útgreining og viðgerð, ið føroyska sjúklinginum tørvar. Men vanligi føroyingurin má eisini krevja, at korini hjá føroyska heilsuverkinum verða raðfest politiskt – tí tað er vanligi føroyingurin, ið er eigarin og brúkarin av verkinum.

Heilsuverkið skal saman við Heilsumálaráðnum orða greið uppskot hvussu stóru avbjóðingarnar við serlæknatroti, trot á songjarplássum, longum bíðilistum, vantandi útgreiningar- og viðgerðartrygd hjá sjúklingunum, útbúgving og menning av starvsfólki og endurnýggjan av tólbúnaði skal loysast. Og samstundis orða hvat fíggjarligi tørvurin er at røkka teimum málum, ið verða sett. Við neyvum átøkum, ið ikki tørva at kosta alla verðina, fer at bera til at røkka langt – eitt heilsuverk í javnvág og í menning vil í longdini vera bíligasta loysnin.

 

Framtíðin

Føroyska heilsuverkið hevur víst í verki, at tað kann megna nógv hóast trongar karmar. Tað eru nógvar stórar avbjóðingar fyri framman, men føroyska samfelagið eigur tó at seta sær eitt ambitiøst mál – føroyska heilsuverkið skal verða eitt tað besta í heiminum at veita skjóta og góða útgreining og viðgerð til tess íbúgvar. Við teimum dygdum, ið liggja í heilsuverkinum í dag, og nøktandi áliti og vilja frá politisku skipanini, eri eg sannførdur um, at tað ber til.

Hugburðurin má verða, at heilsuverkið ikki er ein útreiðsla, men ein íløga í vælferðarsamfelagið øllum borgarum at gagni.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…