Lýsing
Lýsing

Erliga ólavsøkurøðan

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  28.07.2018 - 22:31 Bloggur Politikkur Tíðindi

Harra formaður!

Einaferð var tað ein maður, sum vaknaði við kaldan dreym. Tann maðurin var løgmaður. Eftir at Føroyar hava havt búskaparvøkstur í fleiri ár, seinast 6,2% í fjør, er hesin nú tódnaður niður í 0,5%, ið er púrt onki. Samstundis er føroyski útflutningurin minkaður ógvusliga, 400 milliónir bara í fyrsta ársfjórðingi í ár. Útflutningurin er sostatt minkaður við 40 prosentum í nøgd og við 50 prosentum í virði. Innflutningurin er sama tíðarskeið minkaður við trettan prosentum.

 

Harra formaður!

Ójavnin bara veksur í Føroyum. Hóast vinstravendu flokkarnir sita við landsins leiðslu, gerst ójavnin bert størri og størri fyri hvørt ár, ið gongur. Bæði fimtapartslutfallið, ið er farið úr 2,7 í 2009 og upp í 3,1 í 2016, og GINI-vísitalið, ið er farið úr 19,3 í 2009 og er 22,8 nú, vísa, at tey ríkastu gerast ríkari, eins og tey fátækaru gerast fátækari.

Hagstovan staðfestir eisini, at í dag livir meira enn hvør tíggjundi føroyingur í fátækraváða. Frá tí at Føroyar av fyrsta sinni fóru at rokna fátækraváða í 2009, er talið økt úr 8,8% til 10,1% í 2016.

 

Harra formaður!

Nógv í Føroyum mangla bústað kring alt landið. Vit hoyrdu í summarferiuni, at nógv vilja seta búgv í Kunoy, men bankarnir vilja ikki veita teimum lán. Hetta ætla vit onki at gera við.

Hinvegin hevur samgongan fingið ígjøgnum, at almenna bústaðarfelagið Bústaðir sleppur at taka lán til at fara undir 220 bústaðir í Havn, har kostnaðurin er hægstur, tørvurin á handverkarum er størstur og minst fæst fyri hvørja krónu. Á hendan hátt hita vit ein frammanundan gløðandi búskap uppaftur meira.

 

Harra formaður!

Hvønn dag koyra nærum tvey túsund akfør gjøgnum vandamiklastu tunlar landsins. Millum hesi eru bussar, sum koyra skúlabørn til lógarkravda undirvísing hinumegin fjall og heim aftur. Samgongan hevur í apríl í ár felt eitt uppskot um at framskunda nýggjar tunlar norður um Fjall, við teirri grundgeving, at løgmaður seinni fór at kalla allar flokkar til fundar um hetta álvarsmál. Hetta hevur løgmaður tó ikki gjørt, og nú andstøðan fer at royna umaftur, verður helst neyðugt at nýta somu grundgeving einaferð afturat.

 

Harra formaður!

Seinastu ólavsøku varð kunngjørt við stoltleika her av tingsins røðarapalli, at Stjórnarskipan Føroya varð send til hoyringar. Yvir 300 hoyringarsvar komu inn, men nú má staðfestast, at tey øll vóru til fánýtis. Umsitingin her í Løgtinginum vendi tumlinum niður, og grein 25-nevndin gav eisini skarvin yvir. Í dag eru 6.875 dagar farnir, síðani farið varð í holt við at smíða Føroyum eina stjórnarskipan, svarandi til at eitt hálvt orð ella 2,7 bókstavir er skrivað um dagin. Alt hetta dettur nú niðurfyri.

Tað er tó at fegnast um, at vit hava fingið eina nýggja pensjónsskipan. Sambært henni fer at verða mótroknað í grundupphæddini hjá pensionistunum, um teir átaka sær lønt arbeiði yvir eitt vist. Ætlanin er tó ikki, at okkara gomlu skulu hvíla á laurberjunum heldur. Samgongan hevur tí byrjað eina tilgongd at hækka pensiónsaldurin, soleiðis at okkara eldri borgarar skulu vera longri á arbeiðsmarknaðinum. Í fyrstu atløgu ½ ár longri.

 

Harra formaður!

Vit hava fingið eina nýggja fiskivinnulóggávu. Fimtan prosent av rættindunum eru tikin inn, og vit hava orðað lógina so, at átta og eitt hálvt prosent afturat altíð kunnu takast burtur afturat, tá hugur okkara stendur til tess. Manningar eru vorðnar uppsagdar, men tí hava russarar og norðmenn skuldina av, ikki vit. 

Menningarkvotur verða í hesum døgum lutaðar út til fólk, sum onkursvegna hava sannført okkum um, at tey hava tær uppibornar. Við uppboðssøluni gongst verri. Okkara slagorð, at nýggir aktørar skuldu sleppa framat, hevur víst seg at vera teori uttan praksis. Ongin nýggjur aktørur hevur meldað seg, og verandi reiðarí eru farin avstað við øllum tilfeinginum á uppboðssølu. Tvær tær seinastu høvdu so lítla undirtøku, at tær máttu avlýsast. Roynt verður av nýggjum í august.

 

Harra formaður!

Sitandi samgonga hevur framt eina yvirtøku. Persóns-, arvarættar- og familjuviðurskifti eru nú á føroyskum hondum. Hóast tað var upplagt at leggja hendan nýggja stovn úti kring landið og harvið skapa hart tiltrongt alment virksemi har, valdu vit í staðin bert at flyta hana eitt steinkast, av Amtmansborgini og oman á Bryggjubakka. Soleiðis hava vit í samgonguni skapt fleiri almenn størv á føroysku fíggjarlógini, tó einans í Havn.

 

Harra formaður!

Lat meg ikki gloyma at nevna, at vit hava endurstovnað Landsbankan fyri 11 milliónir árliga. Hann er altso til, hóast onki hoyrist frá honum.  

 

Takk fyri, harra formaður, og góða ólavsøku!

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…