Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nakrir drammar á gamalsaldri eru heilsugóðir

SKRIVAÐ: Danial Viðoy  |  12.11.2014 - 14:42 Eldri tíðindi

Góðan morgun: Ein partur av lívinum er at gerast eldri við árunum. Livir viðkomandi nóg leingi, kemur hesin upp í árini og gerst gamal. Týdningarmikið er hjá teim gomlu, at blíva við at liva, hóast aldurin er farin at arga. Tað fortelja granskarar í nýggjari kanning.

Góðan morgun: Ein partur av lívinum er at gerast eldri við árunum. Livir viðkomandi nóg leingi, kemur hesin upp í árini og gerst gamal. Týdningarmikið er hjá teim gomlu, at blíva við at liva, hóast aldurin er farin at arga. Tað fortelja granskarar í nýggjari kanning.

Aske Juul Lassen granskar í etnologi og aldri. Hann, saman við øðrum hevur kannað, hvussu menniskju á bestan hátt fáa eitt gott lív á gamalsaldrinum.

Fyrr vóru tey gomlu rádd frá, at gera nakað sum helst á gamalsaldrinum. Tey skuldu helst ikki røra seg ov nógv. Tað var heldur rátt teimum til at slappa av, spæla kort og líknandi. – Í dag er øðrvísi.

Tey eldru verða í dag biðin um at røra seg í stóran mun. Aske Juul Lassen sigur, at í roynd og veru verður aldurdómurin tikin frá teimum og tey fáa ikki frið at verða gomul. – Og tað er heldur ikki gott, sigur hann.

Hann sigur m.a., at trupulleikin við hesum er, at um ein gamal hevur eitt lív, har viðkomandi einans hugsavnar seg um at røra seg og at halda seg frískan og ikki gera nøkur av teimum tingunum, viðkomandi hevur hug til; ja so kann tað elva til tunglyndið og stress. Tað er eingin gongd leið.

- Tískil er týdningarmiklari, at tey eldru fáa tíðina at ganga við teimum áhugamálum, tey nú eina ferð eru áhuga í. Altso, gera tað, sum gevur lívinum meining, sigur avgjørdi granskarin.

Tað ger ongan skaða um eldri menn ella kvinnur ganga á barr og spæla billiard og drekka sær eina øl og kanska fáa sær ein undir hjarta av og til. – Heldur tann gamli ella gamla seg til tað alkoholnýtsluna, sum granskarar ráða til, er hetta eingin trupulleiki, tvørturímóti.

Tí ein kanning vísir, at eldri fólk, sum fáa sær 2-3 drammar um dagin, klára seg betri enn tey, ið als ikki nerta rúsdrekka.

At gerast gamal skal verða áhugavert og stuttligt.

Hetta skrivar Berlingske á heimasíðu síni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…