Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bakkafrost drepur hummaran – ein svørt sugga liggur í øllum sundinum norðanfyri byrgingina

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  29.09.2015 - 13:32 Eldri tíðindi

Í juni mánað í ár gingu omanfyri 20 milliónir laksar í aliringum á føroysku firðunum ella 44.000 tons. Hetta er munandi meira enn tey 38.000 tonsini av laksi sum var tað mesta (2001) áðrenn herviliga ILA sóttin rakti føroysku alivinnuna. Elmar Simonsen, útróðrarmaður, sum seinastu 20 árini hevur roynt eftir hummara norðanfyri er ikki í iva. Føroyska alivinnan við Bakkafrost á odda er við at leggja føroysku firðirnar og sundini í oyði.

Í juni mánað í ár gingu omanfyri 20 milliónir laksar í aliringum á føroysku firðunum ella 44.000 tons. Hetta er munandi meira enn tey 38.000 tonsini av laksi sum var tað mesta (2001) áðrenn herviliga ILA sóttin rakti føroysku alivinnuna. Elmar Simonsen, útróðrarmaður, sum seinastu 20 árini hevur roynt eftir hummara norðanfyri er ikki í iva. Føroyska alivinnan við Bakkafrost á odda er við at leggja føroysku firðirnar og sundini í oyði.

Veiðan av Hummara í Hvannasundi er við at fara fyri bakka. Fyrr hevði eg 140 rúsir og kundi fáa upp til 140 kg, men nú fái eg ikki meira enn 15 kg. við 250 rúsum. Fjørðurin er so illa dálkaður at hóast eg seti munandi meira rúsir er veiðan minkað burtur í einki. Hvannasund er í dag eitt púra deytt hav. Allur botnurin norðan fyri byrgingina í Hvannasundi er svartur og eg eri ikki í iva um at tað er alingin undir Leitinum sum hevur ábyrgdina av hesum.

Fjørðurin er so illa dálkaður at seinast teir avlúsaðu laks gjørdu teir tvær miseydnaðar royndir. Fyrsta roydin varð gjørd fyrst í september, men staðfest var at lýsnar doyðu ikki. Fjúrtan dagar seinri royndu teir aftur men eisini hesaferð miseydnaðist avlúsingini. Trupulleikin er at at iltin í sjónum er so lítil, at teir komu til at drepa nógvan laks. Vit síggja hvussu teir ”mala” deyða laksin uppí tangar, eftir at Bakkafrost hendan mánan hava sprænt fleiri hundraðtúsund litrar av gift á sjógvin.

Eg haldið at hetta er óhoyrt og tað er ein ræðusøga, at vit sum hava sett rúsir í meira enn 20 ár ikki longur kunnu virka í økinum. Orsøkin er at tann størsta og mest viðurkenda fyritøkan í Føroyum – Bakkafrost - drepur alt livandi sum er á botninum í sundinum.

Eitt er giftin teir brúka til avlúsing, men verri er við fóðrinum, sum hvønn dag verður pumpa út á sjógvin har stórar nøgdir fella fleiri ferðir um dagin á botn.

Eg haldið tað verða ólukksáliga langt úti at eitt felag sum Bakkafrost, sum hevur umleið 70% í rygginum av útlendskum kapitali skal drepa alt livandi á føroysku firðunum.

Hetta ríkidømið sum vit eiga skal verða umsitið á skilagóðan hátt – men hetta er ikki tað sum ferð fram í løtuni.

Eg veit væl at hummara loyvið hjá mær er lítið vert, men eg var har áðrenn alingin og Bakkafrost komu. Eg haldið tað verða langt úti at myndugleikarnir hjá okkum geva loyvi til at útlendingar sleppa at uppføra seg soleiðis í Føroyum.

Undir Leitinum eru 18 ringar við umleið 70.000 laksum í hvørjum - tvs. 1,2 mió. laksar, sum hvønn dag eta, skíta o.so.fr.. Tað tykist ikki verða mark fyri hvussu nógv trýst Bakkafrost kann leggja á sundi.

Eg veit væl at eg tosið fyri deyvum oyrum – tí eingin tykist leggja nakað í hetta. Men eg havi sett mær fyri at gera vart við hetta, tí eg havi sæð og upplivað broytingina – og eg veit at hatta sum gongur fyri seg er blóð skeivt.

Vit minnast hvussu støðan var á Skálafjørðinum tá Bakkafrost hevði alibrúk har. Fjørðurin var eitt oyðiland, men síðan Bakkafrost rýmdi er fiskiskapurin eftir hummara broyttur totalt.

Alivinnan dálkar nakað so kolusalt, at tað rakar alla vistfrøðiligu skipanina. Eg veit at tá eg sigi hetta gerast fólk óð, men eg vil ikki lata hetta fara aftur við borðinum, sigur Elmar Simonsen sum í meira enn 20 ár hevur fiskað hummarar í Hvannasundi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark