Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsapotekarin: Eingi lógarásett mørk fyri nýtslu av evnafrøðisligum evnum í bardaga móti laksalúsini

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  19.01.2016 - 09:53 Eldri tíðindi

Tað eru ikki lógarkravd mørk sett fyri, hvussu nógv av ymsu avlúsingarevnunum, fiskadjóralæknarnir sleppa at ávísa til alivinnuna. Tað verður heldur ikki viðgjørt, uttan lúsatalið pr laks fer upp um tey mørk, ið eru ásett í kunngerð

Norðlýsið spyr: 

Umhvørvisstovan

Svarar at hon ikki hevur nøktandi yvirlit um evnini og nøgdirnar sum verða brúkt í løtuni:

- Tá alivinnan ynskir at brúka eitt evni til avlúsing, skal evnið góðkennast av Skrásetingarráðnum áðrenn evnið kann brúkast. Skrásetingarráðið er mannað av landslæknanum, landsapotekarnum og landsdjóralæknanum. Umhvørvisstovan er ikki umboðað, og er heldur ikki myndugleiki í sambandi við at góðkenna ella brúka hesi evni.

Sambært teimum upplýsingum, sum Umhvørvisstovan hevur, verða hesi avlúsingarevni nýtt:

Alphamax

Betamax

Diflubenzuron

Emamektinbenzoat

Salmosan

Hydrogenperoxid

Skrásetingar yvir nøgdir, sum Umhvørvisstovan móttekur, hava ikki verið heilt nøktandi og verða tær í løtuni dagførdar.

Landslæknin

Sum svar uppá fyrispuring tygara mæla vit til, at tygum venda tygum til Landsapotekaran við tygara fyrispurningi. Landslæknin hevur ikki hesar upplýsingar, skrivar landslæknin í svarið til Norðlýsið.

Landsapotekarin

Svarar at tað eru ikki lógarkravd mørk sett fyri, hvussu nógv av ymsu avlúsingarevnunum, fiskadjóralæknarnir sleppa at ávísa til alivinnuna. Tað verður heldur ikki viðgjørt, uttan lúsatalið pr laks fer upp um tey mørk, ið eru ásett í kunngerð.

Í 2014 hevur føroyska alivinnan brúkt 5.131.023 kg av niðanfyristandandi evnum sum eru brúkt í bardaga móti lúsapláguni har sum verður latið beinleiðis út í náttúruna, meðan onnur verða latin gjøgnum fóður.

Ójavnt er hvussu evninin síggjast aftur í nátúruni, men hummararfiskarar norðanfyri siga at evnini hava havt beinleiðis ávirkan á hummarastovnin og umhvørvið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…