Framdi KVF happing móti Eik leiðsluni?
Dómurin, sum fall fríggjadagin í Eystara Landsrætti í málinum um Eik Bank Danmark, var fyrst og fremst ein frammaná til Fíggjarligt Støðufesti. Ákærur sum Fíggjarligt Støðufesti setti fram ímóti Leiðsluni í Eik Bank Danmark, eru nú dømdar ógrundaðar. Dómurin kemur sera illa við hjá Kringvarpi Føroya, sum beinanvegin tók partí saman við saksøkjarunum og feldi dóm yvir persónarnar í leiðsluni. Sæð í ljósinum av dómsúrskurðinum líkist viðgerðina hjá KVF av leiðsluni í Eik Bank Danmark karaktermorði.
Tað verður sagt, at ein er ósekur til tað øvugta er prógvað. Hetta er trupult at siga um “kritisku” tíðinda og dokumentar leiðsluna í Kringvarpi Føroya í samband við viðgerina av Eik Banka Danmark, ið føroyska Eik samtakið átti. Sæð í ljósinum av dómsúrskurðinum um gamla Eik Danmark, má staðfestast at tíðindaflutningurin í KVF hevur verið bæði partískur og manipulerandi.
Spurningurin er eisini um KVF kann ákærast fyri happing, tí eitt av “hæddarpunktunum” í umrøðuni var søgan um “hashlæknan”. Umrøðan av “hashlæknanum” gav fólki tað fatan at leiðslan í Eik og teirra starvsfólk ferðaðist í einum kriminellum umhvørvi.
Um nakar ryggur er í Kringvarpinum eigur stovnurin at greiða hyggarum sínum frá, hví tað var so neyðugt í fleiri førum at nýta eyknevni, tá viðkomandi persónur hevði eitt navn? Hví var so neyðugt at eyknevna fólk, ístaðin fyri at viðgera sjálvt innihaldið í málinum?
“Sandhedens modsætning er enkelthed”, segði danski vísindamaðurin og Nobelprísvinnarin Niels Bohr. Eftir at Eystari Landsrættur kunngjørdi sína niðurstøðu mugu vit út frá dóminum staðfesta at KVF hevur havt “enkelthed” sum mál, og tann “góða” skjótt sagda søgan, sum fólk lætt kunnu skilja og øsa seg um, kom fram um “sandheden”.
Norðlýsið hevur kagað í dómin, sum fall í Eystara Landsrætti fríggjadagin 26. oktober í Eik Bank Danmark málinum, og sum m.a. byggir á 25.000 síður av dokumentatión sum er framløgd í rættinum, til tess at síggja hvat Eystari Landsrættur hevur at siga um málið viðvíkjandi nógv umrødda “hashlæknanum”.
Eystari Landsrættur sigur soleiðis um Vagn Andersen, ið KVF umrøður sum “hashlæknan”.:
Efter oplysningerne om Vagn Andersens erfaring inden for ejendomsudvikling måtte banken kunne gå ud fra, at han i den forbindelse igennem længere tid havde haft et forretningsmæssigt samarbejde med andre pengeinstitutter og/eller realkreditinstitutter. Dertil kommer, at der var gået mere end 20 år siden, Vagn Andersen blev dømt for narkotikakriminalitet. Uanset kriminalitetens alvorlige karakter og den særlige kreditmæssige risiko, som de omtvistede ombygnings- og udviklingsprojekter indebar for banken, finder landsretten, at dette ikke i sig selv medfører, at det var ansvarspådragende at yde lån til Vagn Andersens koncernselskaber.
Og víðari:
Det er ikke godtgjort, at Vagn Andersens koncern manglede specifikke kompetencer, som var nødvendige til at håndtere de projekter, banken finansierede.
Bevillingerne kan heller ikke anses for uforsvarlige som følge af Vagn Andersens familiemæssige forhold eller hans bopæl i et andet EU-land.
Landsretten finder herefter, at de påpegede forhold hverken enkeltvis eller tilsammen kan medføre, at det i sig selv var ansvarspådragende for de sagsøgte ledelsesmedlemmer at yde lån til Vagn Andersen og dennes koncernselskaber.
Og um verkætlanirnar hjá Vagn Andersen, herundir Sydporten, sum Eik Bank Danmark saman við øðrum hevði verið við til at fíggja, sigur Landsrætturin m.a.:
Landsretten finder heller ikke grundlag for at anse bankens vurderinger af den forventede tidshorisont for gennemførelse af projekterne, følsomhedsanalyse eller bankens vurdering af de stillede sikkerheder for ansvarspådragende. Det forhold, at de nævnte forudsætninger efterfølgende i væsentlig grad viste sig ikke at holde stik, kan under de nævnte omstændigheder ikke føre til en anden vurdering. Landsretten har herved tillige lagt vægt på, at Finanstilsynet som led i tilsynets undersøgelse af bl.a. bankens kreditrisici i februar-marts 2007 – og således et år efter udsendelsen af tilsynets brev om en mulig prisboble fra februar 2006 – bl.a. fik udleveret kreditindstilling 45/2007, og at tilsynet i april 2007 gav engagementet karakteren 2A (gode og mindre gode engagementer).
Eystari Landsrættur fellur tí fylgjandi dóm í hesum ítøkiliga útláninum:
De sagsøgte ledelsesmedlemmer frifindes for erstatningsansvar vedrørende dette engagement.
Leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið siga m.a. í pkt. 4.3: “...Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at taka fram persónlig og privat viðurskifti, um tey ikki eru avgerandi neyðug fyri at lýsa málið”, og í pkt. 4.5: “Eingin er sekur, fyrrenn hann er dømdur. [...]Um onkur av pørtunum áður er revsaður ella dømdur, eigur hetta ikki at verða tikið fram, uttan so at tað hevur týdning fyri ítøkiliga málið”.
Men leiðreglurnar vóru ikki fylgdar og í bestu senditíð í almenna Kringvarpinum vóru persónarnir í leiðsluni dømdir so fólki kundi útinna revsingina fleiri ár áðrenn rætturin kom til sína niðurstøðu.
Ein kann eisini spyrja um KVF í viðgerini hevur runnið ørindi fyri ávísar persónar ella ávísar partar, sum hava havt persónlig áhugamál í fyrrverandi føroyska bankanum?
Tá tíðindini bórust um dómsúrskurðin í Eystara Landsrætti, var tað áhugavert at síggja umrøðu á heimasíðuni hjá KVF har nógv var gjørt burtur úr at rætturin hevði dømt leiðslupersónar at rinda samanlagt 28, mió. kr. í endurgjaldi (Staturin kravdi 250 mió. kr.), men samstundis varð einki sagt um at Fíggjarligt Støðufesti var dømt at endurrinda ákærdu leiðslulimunum 40 mió. kr. í endurgjaldið fyri at hava ført fram ógrundaðar ákærir ímóti teimum.
Sí tvey brot úr umrøðu í KVF av “Hashlæknanum”
TRÝST HER