Lýsing
Lýsing

Landið í myrkastu tíð

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.11.2018 - 22:20 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Fyrst í vikuni vóru eg og Ásmundur bróður ein hugnaligan skjótingatúr við báti hansara úr Vestmanna har hann búleikast.

Báturin, ein vælegnaður og skjóttgangandi plastbátur, bar seg og okkum sera væl og gekk skjótt. Men komnir út á skjótingaleið, í havøkinum ímillum Mýling og Barið, royndist veðrið oftað sum á hávetri. Veðurmenninir eru tá nevniliga ikki altíð at líta á, tí vindurin gjørdist eitt vet ógvusligari hjá okkum, enn vit mettu veðurmenninar at hava sagt um veðurforsagnirnar.

Men, sum altíð, tá ein fær upp í lag at fara ein slíkan túr, so fæst ein góður dagur burturúr. Haldi meg ikki hava verið skjótingatúr har áður, so eg brúkti myndatólið dúgliga. Flestu sum fáast við at taka myndir vita, at hesa tíðina er ikki gott ljós hjá myndatólinum at arbeiða í.

Tá tú so skalt taka myndir úr einum plastbáti við nógvari ferð og í gjálvugtum sjógvi, so eru umstøðurnar ikki tær bestu. Hinvegin, so ber til at avmyndað landslagið og heimsins vakrastu náttúru tá oyggjarnar eru goymdar í kørgum ljósi.

At seta nøvn á tindar og dalar á myndunum niðanfyri, eri eg ikki førur fyri. Hinvegin haldi eg at alt sum eg sá var framúr vakurt.

Tá so Norrøna, ein av lívsæðrum okkara út í heim, kundi eg ikki lata vera við at heilsa henni við nøkrum myndum her.

Um skjótingina er at siga, at eg sjálvur helt byrsuni allan túrin. Álkurnar vóru sera sera stiggar og hartil var sýnið sera ring, gjálv og glomlýsi, so tað kann kanska vera ein umbering til at eg bert fekk 9 fuglar, ein lunda, tríggjar lomvigur og fimm álkur. Vóru líkindini betur, so høvdu vit uttan iva kunna bjarga okkum einar 20 fuglar. - Men vit vóru leskaðir báðir og fingu enn ein fínan túr á sjónum.

Niðanfyri er tað eg fekk burturúr við myndatólinum:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…