Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landið staðsetir 70% av sínum bústøðum hjá 38% av fólkinum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  07.03.2019 - 10:49 Politikkur Tíðindi

ÚR SAVNINUM: Seinasta ársfrágreiðingin frá Bústøðum avdúkar, at hesin grunnur landsins hevur bygt og byggir ca. 20 bústaðir fyri hvørjar 1000 íbúgvar í høvuðsstaðnum, men kring landið byggir hann færri enn 6 bústaðir fyri hvørjar 1000 íbúgvar.

NORÐLÝSIÐ tann 11. desember 2018:

Tað hevur leingi verið illgruni um, at bústaðafelagið hjá landinum, sum eitur Føroya Bústaðafelag (stytt: Bústaðir), raðfestir høvuðsstaðin fram um restina av landinum, og nú staðfestir grunnurin hetta sjálvur í seinastu ársfrágreiðing sínari.

Hagstova Føroya upplýsir á heimasíðu sínari, at íbúgvaratalið í høvuðsstaðnum (Tórshavn+Hvítanes+Hoyvík+Argir) í mun til restina av landinum pr. 1. januar 2018 er hetta:

Tvs. at pr. 1. januar í  ár búðu 38% av øllum landinum í høvuðsstaðnum og 62% búðu í restini av landinum.
Í seinastu ársfrágreiðing síni, dagfest 30. apríl 2018, hevur Bústaðir á síðu 10 og 11 eitt yvirlit yvir leigubústaðir, har grunnurin sjálvur upplýsir, hvussu nógvar bústaðir hann hevur útvegað higartil, hvørjir eru í gerð, og hvørjir eru ávegis. Eisini upplýsir Bústaðir, hvar í landinum hesir bústaðir eru og verða staðsettir.

Ein samanteljing av hesum yvirlitum gevur hetta býti:

Á somu síðu upplýsir Bústaðir eisini eitt yvirlit, sum verður nevnt “møguleikar”, har nakrar verkætlanir verða upplýstar, og býtið millum høvuðsstaðin og rest sær út til at vera á leið tað sama í tí yvirlitinum.


Sostatt er greitt, at Bústaðir byggir meir enn tveir triðingar av sínum íbúðum til tann góða triðingin av fólkinum, sum býr í høvuðsstaðnum, og sum frammanundan fær ágóðan av øllum teimum bústøðum, sum privata vinnan byggir. Privata vinnan byggir nevniliga ikki bústaðir uttan fyri høvuðsstaðin, og tað sær út til, at Føroya Landsstýrið og Bústaðir stuðla undir hesa sentralisering við eisini sjálvi at byggja meginpartin av sínum bústøðum í høvuðsstaðnum.


Niðanfyri er eitt yvirlit, har roknað verður út, hvussu nógvar bústaðir tað almenna í Føroyum í dag byggir fyri hvørjar 1000 íbúgvar í høvuðsstaðnum og tað sama kring landið:

Sum tað framgongur av yvirlitinum, so byggir Føroya Landsstýrið og Bústaðir umleið 20 bústaðir pr. 1000 íbúgvar í høvuðstaðnum, meðan færri enn 6 bústaðir verða bygdir fyri hvørjar 1000 íbúgvar kring landið.


Tá ein sær hendan sentralistiska hugburðin í verki, kann ein ikki annað enn taka hattin av fyri Klaksvíkar býráð har allir býráðslimir hava staðið saman við okkara borgarstjóra, at tey hava megnað at fingið Bústaðir við til at byggja tær 30 íbúðirnar í Biskupstorg og í næstum eisini teir 35 bústaðirnir í nýggja Húsarhaldsskúla Føroya.


Ein kann bara ímynda sær, hvussu lítið Bústaðafelagið hjá landinum hevði bygd t.d. her í Klaksvík, um ikki býráðið og borgarstjórin høvdu gjørt tann innsats, tey hava gjørt, fyri at fáa hesar nevndu verkætlanir til veruleika, tí hesar verkætlanir eru taldar við í hagtølini í hesi grein.


Út frá hesum kunnu vit somuleiðis staðfesta, at bústaðapakkin hjá landsstýrinum verður eingin hjálp fyri okkum, sum vilja menna Føroyar uttan fyri Havnina, tí tann pakkin er bara meir av hesum sama. Meir pengar til Bústaðir, sum raðfestir høvuðsstaðin hálva fjórðu ferðir hægri pr. íbúgva, enn tey raðfesta okkum kring landið!


Tí er eingin ivi um, at einasta loysn, sum veruliga hevði munað, hevði verið at tikið undir við uppskotunum frá Jógvani Skorheim og Sonju Jógvansdóttir um at geva kommununum heimild at byggja bústaðir, tí hjartað og sálin hjá bæði landsstýri og Bústaðir er í høvuðsstaðnum, tíverri!!


Vit, sum virka og búleikast kring landið, harmast og eiga at mótmæla staðiliga ta sentralistisku framferð, sum landsins leiðsla og grunnar hava ímóti landi okkara. Hetta eiga og mugu tit gera betur!!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund