Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bústaðarpakkin trýstir vinnuna út

SKRIVAÐ: Birgir Nielsen  |  12.12.2018 - 18:59 Lesarabrøv Politikkur

Vinnan tykist ongan góðan eiga í landsstýrinum, sum við bústaðarpakkanum enn eina ferð hevur spent bein fyri frælsa vinnulívið. Um bústaðarpakkin ikki verður broyttur, er vandi fyri, at vinnan missir áhugan at gerða størri íløgur í leigubústaðir í framtíðini.

Tað er nú staðfest, at vinnuligu aktørarnir, sum byggja leigubústaðir, ikki fáa nakran fyrimun frá Landsstýrinum í nýggja bústaðarpakkanum.

Løgmaður segði í KVF í gjár, at kappingin millum Bústaðir og privatu fyritøkurnar nú er javnsett við at Bústaðir skal rinda marknaðarrentu og framyvir skulu bjóða uppá grundøkir í javnari kapping við tað privata.

Men hetta er langt frá so og er als ikki so einfalt, sum Løgmaður vil gerða tað til.

Við nýggja Bústaðarpakkanum er kappingin millum privat vinnufeløg og almenna Bústaðir framvegis ikki javnsett.

Vinnulig bústaðarfeløg hava sjálvsagt sum endamál at vinna pening av sínum virksemi. Hetta merkir at íløgan í leigubústaðir skal verða so mikið lønsom, at felagið megnar at rinda fíggjarkostnað til banka, umframt at eitt rímiligt avkast er eftir til tann váðafúsa kapitalin. Hetta avkastið er tað, sum leiguprísurin til leigaran í síðsta enda verður roknaður út eftir.

Men hjá almenna Bústaðir er alt nógv lættari. Fyri tað fyrsta hevur Bústaðir fingið 600 mió. kr. í stovnsfæði frá tí almenna, sum lítlar ella ongar treytir verða settar til. Eitt nú skulu bert 70% av íløgunum bert eitt avkastskrav á 2,7% meðan 30% av íløgunum hava 0%, tvs. onki avkastskrav.

Tí er tað ikki so løgið at Bústaðir við hesum sera lagaliga eigara kann bjóða bíligar leigubústaðir, ja væl bíligari enn vanlig vinnulig feløg megna.

Og tá Bústaðir nú fer í bankarnar ella til pensiónsfeløgini eftir fígging, so vildi eg avgjørt mett at 600 mió. kr. í almennum stovnsfæði, umframt at eigarin er Føroya Landsstýri, hevur alt at siga fyri at fáa eina sera lagaliga fígging. Slíkar fíggingartreytir hava vinnulig feløg torført at fáa uttan so at feløgini eru sera sterk fíggjarliga. Tískil er kappingin á fìggingarøkinum heldur ikki javnsett millum vinnuna og almenna Bústaðir.

Veruligi vandin við hesi ójøvnu kappingini er, at tey privatu vinnuligu bústaðarfeløgini kunnu missa áhugan at verða við í framtíðar bygging av leigubústøðum, har tørvurin øllum kunnugt er stórur. Endin kann verða at Bústaðir tí noyðist at byggja enn fleiri bústaðir næstu árini. Harvið er stórur vandi fyri, at tað almenna kemur at sita við stórt sæð øllum bústaðar leigumarknaðin í Føroyum, og vit fáa, um vit ikki longu hava tað, eitt alment monopol á bústaðarmarknaðinum.

Um Landsstýrið veruliga hevði víst vilja at javnsett kappingina millum vinnulig bústaðarfeløg og almenna Bústaðir, so kundi t.d. hesi viðurskifti verið broytt sum tey fyrstu:

Bústøðum varð álagt eitt vanligt avkastkrav eins og vinnulig feløg hava, td. 10% av øllum íløgum.
Bústaðir kundi broytt endamálið, soleiðis at t.d. bústaðarlán (166 mió. kr. í 2017) vóru seld frá og virksemið einans var bústaðarútleigan. So kappast vinnan ikki við ein fíggjarstovn.
Krav var sett til, at kommunur skuldu veitt vinnuligum bústaðarfeløgum grundøkir og bygningar við somu treytum og stuðli, sum Bústaðir higartil hevur fingið.
Vinnulig bústaðarfeløg, sum veruliga byggja bíligar íbúðir, kundu fingið serligan skattafyrimun av íløgum á sama hátt sum privat nú fáa.
 

Birgir Nielsen

Búskaparfrøðingur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ægir nýtt met í 4x100 metur frí fyri mix…
KOKS gevst eftir summarið í Grønlandi og…
Gongur væl at umvæla svimjihylin
Lea O. Højsted nýtt føroyskt met
Løgtings­skrivstovan vitjaði Varpið
Frá Útskiftingar­nevnd­ini í Haraldssundi
Nýggjar bátabrúgvar á Borðoyarvík
U15 landsliðið til kapping í Farum
Konsert við Schubert
Kórfagnaður í Mentanarhúsinum
VIDEO: Eg leggi meg eftir at tala beinle…
VIDEO: Talurnar kunnu vera til signing e…
Ein virkin vika farin aftur um bak
Flogbóltslands­dystir um vikuskifti
Upprunin hjá Straight Ahead er ein saman…
Ársins flogbóltsleikarar valdir
Kórið í Christians­kirkjuni til Bornholm
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
Lýsing