Sjúrður Skaale: Annita og Sirið siga ósatt
Í drúgvari grein í Sosialinum í dag, skrivar fólkatingsmaðurin at løgtingslimurin Annita á Fríðriksmørk og landsstýriskvinnan í heilsumálum hava sagt ósatt í málinum um tilboðið frá Novo-grunninum.
Sjúrður Skaale skrivar m.a.:
…… 14. juni hevur Novo Grunnurin fund við Heilsumálaráðið, har ambitiónin um m.a. eitt diabetes-sentur í Føroyum – fíggjað av grunninum – verður løgd fram. Við er landsstýriskvinnan, leiðslan fyri sjúkrahúsverkið og leiðslan fyri diabetes-viðgerð í Føroyum.
Heilt fram til 22. november – í meira enn fimm mánaðir – fær Grunnurin einki svar.
23. november kemur so eitt ógvuliga stutt og kubbut svar, har tað stendur, at ”Heilsu- og innlendismálaráðið ikke på nuværende tidspunkt vil arbejde videre med forslaget om at indgå i et samarbejde med Novo Nordisk Fonden indenfor diabetesbehandling.”
Eingin faklig, fíggjarlig ella politiskt orsøk verður løgd við svarinum. Eingin er hoyrdur, áðrenn svarið verður sent. Svarið er einki uttan eitt turt ”nei takk”. Tá hugsað verður um, at fundurin 14. juni var stórur, drúgvur og fjølmentur, má hetta svarið næstan kallast ófólkaligt. Men tað er ið hvussu er greitt: Nei takk!
Men 7. desember – also tvær vikur seinni – er málið komið fram í miðlunum. Fólk eru á gosi – og nú sigur landsstýriskvinnan brádliga, at hon als ikki hevur sagt nei takk við Novo-grunnin. Hon hevur bara svarað, sum hon gjørdi, tí málið ikki er búgvið at viðgera. Men tað verður tað eftir nýggjár – tí tá skal tað kortini viðgerast.
Eitt er heilt greitt: Landsstýriskvinnan hevði ikki svarað, sum hon gjørdi 23. november, um hon tá ætlaði sær at viðgera málið í januar – also fimm vikur seinni.
Hon er altso bakkað. Alment trýst hevur fingið hana at draga í land. Og tað er gott.
Men tað er als ikki nóg gott!
Tí framvegis er einki nýtt skriv farið til Novo-grunnin, sum sigur, at vit faktiskt allíkavæl fara at viðgera teirra tilboð – í januar. Almennu boðini um, at føroyingar ikki eru áhugaðir, standa framvegis við.
Og tað, Sirið Stenberg sigur, nú hon eftir alment trýst leggur upp til eina almenna viðgerð av málinum, bendir ikki á, at hon ætlar at broyta sína avgerð. …..
…. Falskar treytir
Í samrøðu við útvarpið 7. desember hevur hon (Red: Landsstýriskvinnan) ikki eitt einasta positivt orð at siga um tilboðið frá Novo, men rør hinvegin greitt framundir, at siga vit ja, kann hetta vera fyrsta stig til at lata medisinalfyritøkur taka ræði á okkara heilsuverki.
Millum nógv annað orðar hon seg soleiðis: ”mann skal vita tað, at vissi hetta er tann leiðin mann ætlar at fara, so kann tað vera, at sami leistur verða brúktur innan fleiri onnur øki í heilsuverkinum. Og tað er ein spurningur, um vit sum samfelag halda, at tær stóru medisinalfyritøkurnar skulu vera heilt inni í okkara heilsuverki, ella vit sjálv skulu vera tey, sum taka avgerðir og seta treytir”.
Um hetta er spurningurin, er svarið sjálvandi einfalt: Vit skulu siga nei við Novo og ráða sjálvi!
Problemið er, at hetta ikki er spurningurin. Sirið setur falskar treytir upp.
Fáar dagar seinni sigur partakvinnan hjá Sirið, Annita á Fríðriksmørk í lesarabrævi, at treytin hjá Novo Grunninum fyri at gera sína stóru íløgu í Føroyum, er, ”at føroyska heilsuverkið brúkar fyritøkuna.”
Tað er eisini ósatt.
Annita sigur eisini, at hetta snýr seg um, hvørt mann ”skal lata privatar fyritøkur koma inn í leiðsluna í føroyska heilsuverkinum.”
Tjóðveldiskvinnurnar siga sostatt, at hetta snýr seg um at verja føroyska fólkaræðið móti eini altjóða fyritøku, sum vil taka okkum av ræði. Og kemur ein fyritøka inn, standa aðrar klárar.
Fleiri onnur tjóðveldisfólk fara eisini á netið og mála ta mynd, at tilboðið frá Novo er ein hóttan…..
Brot úr drúgvari grein hjá fólkatingsliminum hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale, í Sosialinumí dag.