Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd

Eystyurríkarin segði at hann skúldi “on hike”

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.01.2019 - 14:51 Myndarøð Tíðindi

Jóhanna Hansen, avgreiðslufólk hjá Atlantic úti í Fugloy sigur, at eysturríkarin, ið nú hevur verið leitað eftir úti í Fugloy var ógvuliga fáorðaður, tá Johanna tók ímóti úti í Fugloy.

Maðurin virkaði skundigur og segði bara á vánaligum enskum, at hann fór “on hike” og at hann ætlaði sær aftur við Rituni.

Hann sá ikki út til at hava gjørt seg serliga væl út til túrin. Onki viðføri hjá honum lá aftanfyri í tyrluni, sum gongufólk vanliga hava við sær, bert hevði hann ein lítlan ryggsekk, sum hann hevði hjá sær inni í kabinuni.

Harafturat sóu klæði hansara ikki út til at vera av teim bestu til ein slíkan túr. Men sjálvandi, um hann skuldi vera aftur til Rituna, so bleiv gongutúrurin ikki so langur.

Tyrlan lendi á Hattarvík um 11.30 tíðina, tá eysturríkarin kom av tyrluni og longu um 15.45 tíðina skuldi Ritan verið aftur. Eg plagi, tá eg tosið við ferðafólk, at ráða teimum til at ganga eftir vegnum, tað gjørdi eg eisini hesafer, sigur Johanna, tí vanliga ber til at koma umborð á Rituna á Kirkju.

tá maðurin ongantíð kom fram og Ritan var farin, koyrdi eg túrar aftur og fram ímillum Kirkju og Hattarvík fyri at vita um eg sá nakað til hann, men uttan úrslit. Tað gekk ikki so leingi frá tí at ritan var farin, til at Ritan var farin til tað bleiv myrkt, men sjálvt um náttina vóru vit úti og koyrdu millum bygdirnar.

—-

Jógvan Páll Poulsen, avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni sigur, at Johanna Hansen, ringdi til hansara á Kirkju og  fráa, at hon hevði rátt einum ferðamanni til at ganga til Kirkjar og at fara umborð á Rituna har. “Tað var keðiligt, segði eg, tí líkindi eru ikki hjá Rituni at leggja at her í dag”. Tá eg bar eygað við rituna á fjørðinum, fór eg tí við bilinum av Kirkju til Hattarvíkar, fyri at vita um eg sá mannin og boðað honum frá, at Ritan ikki legði at á Kirkju vegna veður. Men eg sá ongan mann, steðgaði á á vegnum og hugdi niðan í hagan.

Komin nakað ávegis, hitti eg Jóhannu, sum var á veg til Kirkjar. Eg bað so hana fara oman á lendingina á Kirkju at vita um maðurin var komin har, tí eg skuldi til Hattarvíkar at taka ímóti Rituni.

Eg var so har á lendingini og tók ímóti, men har kom ongin maður. So skjótt Ritan var leyst, ringdi eg til politiið og boðaði frá, sigur Jógvan Páll Poulsen at enda

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum
Klaksvíkar Býráð samtykt roknskapin fyri…
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…