Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Nú er aftur loyvt at dansa fyri Várharra!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  27.01.2019 - 17:18 Bloggur Mentan Tíðindi

Føroyski dansurin var einaferð ein nátúrligur partur av andaliga lívinum hjá føroyingum. Dansistevnur lógu messudagar, tær bíbilsku vísurnar vóru partur av kristnu uppalingini, tað at telja jólini hoyrdi til trettanduhøgtíðina, og ongin hjúnarvígsla var fullbúgvin fyrrenn brúðarvísan var kvøðin.

Onkuntíð um aldarskiftið átjanhundrað og nítjanhundrað kom stígur í millum partar av kirkjuni og føroyska dansin.  Tað hendi helst tá dansurin fór úr roykstovunum og í dansistovurnar. Í bóndans stovu var helst okkurt slag av justitsi, øll ættarliðini vóru til steðgar, og um bóndin hevur skonkt, so hevur tað kanska eisini verið við máta.

Samstundis sum dansurin fór úr roykstovuni og í dansistovuna hendi eisini stórbroytingar í samfelagnum, sum flutti seg frá einum siðbundnum bóndasamfelag til eitt fiskiídnaðarsamfelag, har einstaklingar sjálvir kundu vinna sær pening (serliga mennirnir), og gamla siðbundna samfelagið fór í upploysing.

Hóast vekingarrørslurnar í ein ávísan mun hildu síni fyrstu fundir í dansistovunum so sóu tær dansistovurnar, sum umboðandi siðaloysi, og skírdu tað sum annars gekk fyri seg har, sum syndugt.

Tað kann vera, at dansistovurnar sjálvar hava verið úti um at fáa hettar umdømið, tá tær sleptu justitsinum í privatu bóndans stovu.  Tað kann eisini vera, at vekingarrørslurnar, sum vóru av fremmandum uppruna, als ikki skiltu mentanarliga og andaliga týdningin av føroyskum dansi. Tað vóru tó fleiri missiónsfólk, sum varðveittu siðin við brúðardansi.

Í øllum førum, so kom stígur i  millum partar av kirkjuni og føroyska dansin, og tað hóast  bíblian í kendum støðum beinleiðis eggjar til dans, sum likamsrørðslu eftir stevi frá tónleiki. Dansurin vit hoyra um í Gamla og Nýggja Testamenti hevur neyvan verið pardansur, men helst dansur har kynini dansa hvør fyri seg.

Soleiðis lesa vit í Sálma 149, ø 3: Teir skulu navni hans lova við gleðidansi . . ,  og í Sálma 150, ø 4 Lovið honum við bumbum (trummum) og dansi  . .. Tá burturvilsti sonurin vendir heimaftur hoyrdi hann dans og spæl (Lk.15,25) Samanber Matt 11,17 og Lk,7,32.

Dansurin var væl kendur í tempulumhvørvinum, og tykist heldur ikki at hava verið fremmandur ella illa sæddur í umhvørvinum hjá teimum fyrstu kristnu.

Soleiðis lesa vit í apokrýfisku Gerningum Jóhannesar í samband við frásøgnina um tá Jesus stovnaði kvøldmáltíðina: (Jesus) savnaði okkum øll og segði: ”Áður enn eg verði handaður teimum, latum okkum syngja ein sálm til Faðirin og síðandi taka við tí ið bíðar eftir okkum.” So bað hann okkum um at sláa ring og halda hendur saman, og hann sjálvur stóð í  miðjuni . . .(Gerningar Jóhannesar 94).

Vit nýtast ikki at taka orðini úr Gerningum Jóhannesar bókstavliga, men tey vísa kortini á at í fornkirkjuni var dansurin ikki fremmandur ella illa sæddur. Somuleiðis sigur kirkjufaðirin Klæmint úr Alexandria, at tey kristnu likamliga livdu við tónleikinum undir guðstænastuni (Strom. 7.7.40).

Gjøgnum kirkjusøguna hevur dansurin haft eina skiftandi lagnu, ikki minst tí, at kirkjan jú bleiv ein munka og nunnukirkja, sum ræddist alla likamligheit. Men, kring og í teimum størru sóknarkirkjunum hevur dansurin, sum vit kenna hann, kortini verið ein partur av fólkalívinum og av tí andalig lívinum.

Nú er tað so hent, undir ávirkan frá afrikanskari mentan, at sveiggi, dansurin aftur hevur funnið leiðina inn í kristnu guðstænastuna. Í Afrika er tað heilt  nátúrligt at tilbiðja Guð við likaminum, og undir ávirkan frá afrikanska árininum á amerikansku vekingarrørslurnar, er sveiggið eisini komið til okkara.

Um tú sært sjónvarpsguðstænastur frá DR, er tað ikki so sjáldan at tú sært dans í samband við sálmasangin ella skriftlesnað, og sært tú møtir frá vekingarrørslunum í Føroyum, so er tað heilt vanligt, at kórið sveiggjar aftur við tónleikinum – eitt sveiggj, sum í GT og NT høpi  hevði komið undir heitið dansur.

Meðan eg var prestur við donsku kirkjuna í London, plagdi eg ofta á veg heimaftur úr kirkju, at leggja at í einari karribiskari meinigheit, sum helt til í einum ovurstórum niðurlagdum biografi í Suðurvestur London.

Eg vitjaði har, tí sálmasangurin var ”himmalskur”, og har dandaði øll meinigheitin, hvør fibur, hvør spong í likami teirra dansaði undir sálmasanginum, og eg kendi meg mangan sum eina norðuratlantiska ísstølpu mitt í hesum goysandi, brúsandi rútmiska sálmahavinum.

Men, gakk!  Nú eru tær føroysku ísstølpurnar eisini farnar at danda til tónleikin og sálmasangin, nú er aftur loyvt at dansa fyri Várharra!

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…