Lýsing
Lýsing
Hanna Jensen og Óluva Klettskarð eru nevndar sum góð boð uppá komandi landsstýriskvinnur

Mentamálaráðið klúgvast í tvey?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.02.2019 - 13:33 Politikkur Tíðindi

Tað frættist frá tingingunum um landsstýrissessin í mentamálum, at bæði Tjóðveldi og Framsókn vildu hava hann, og at løgmaður ikki megnar at skera ígjøgnum. Tí verður róð framundir, at flokkarnir fáa ein landsstýrissess í part.

Sum skilst verður neyðugt við bygnaðarbroytingum í Mentamálaráðnum, har aðalráðið verður býtt sundur í tvey, fyri at bæði Framsókn og Tjóðveldi kunnu fáa hvør sítt landsstýrisfólk. Eitt uppskot sum hevur verið frammi er, at undirvísingarmál skulu skipast undir Framsókn, meðan Søvn Landsins, Mentanargrunnurin, Fólkakirkjan o.a. fara til Tjóðveldi.

Seinasti framløgudagurin í Løgtinginum er 28. februar, so teir 2 nýggju mentamálaráðharrarnir náa ikki at gera nevnivert við lógarbroytingar, men fara fyrst og fremst at fyrisita og umsita saman við aðalstjóranum. Spurningurin er so, um neyðugt verður við nýggjum aðalstjóra eisini, ella um tann núverandi skal arbeiða fyri báðar mentamálaráðharrarnar.

Enn er tað ikki endaliga avgjørt, at Framsókn og Tjóðveldi býta mentamál sínámillum, men hetta er so eitt uppskot, sum hevur verið á borðinum, veit Norðlýsið frá keldum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Føroysk rokksøga í KVF
Norðlysið á gøtuni
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%
Øssur kosin ársins borgari
Aðalfundu­rin hjá Javna 2024
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…