Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hanna Jensen og Høgni Hoydal hava býtt Mentamálaráðið ímillum sín at umsita | Mynd: Oliver Joensen

Framsókn vann talvið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.02.2019 - 12:34 Mentan Politikkur Tíðindi

Útmeldingarnar um Landsstýrisumskipanina hava verið so títtar, at tað hevur verið torført at fylgja við. Men nú er greitt, at ætlanirnar, sum lógu á borðinum um at seta 2 landsstýriskvinnur í mentamálum, eru sleptar, og í staðin verða undirvísingarmál løgd undir Framsókn, samstundis sum Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, kemur at taka sær av mentamálum, ítróttarmálum og kirkjumálum.

Drúgva telvingin um landsstýrissessin í Mentamálaráðnum tykist nú at vera komin undir land. Leingi sá út til, at bæði Framsókn og Tjóðveldi skuldu fáa eitt nýtt landsstýrisfólk, men nú vísir tað seg, at talið av landsstýrisfólkum kortini ikki verður økt. Hanna Jensen verður nýggjur mentamálaráðharri, men skal ikki umsita øll málini í ráðnum. Sostatt fáa starvsfólkini í Mentamálaráðnum tvey ymisk landsstýrisfólk at svara til.

Tey starvsfólkini í Mentamálaráðnum, sum fáast við undirvísing og gransking verða undir Honnu Jensen, meðan tey sum fáast við kirkjumál, ítrótt og mentan annars, svara til Høgna Hoydal, núverandi fiskimálaráðharra. Núverandi Mentamálaráð verður framhaldandi stjórnarráð hjá verandi mál, skilt á tann hátt, at hóast eitt starvsfólk nú sorterar undir Høgna Hoydal, so arbeiða tey framvegis í Mentamálaráðnum.

Høgni Hoydal sigur, at hetta telvingarúrslitið eisini merkir, at útmeldingin hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, um, at allar løgtingsnevndir skulu veljast av nýggjum, kortini verður av ongum. Í staðin verður nýggjur formaður valdur fyri Honnu Jensen, sum higartil hevur verið forkvinna í Mentanarnevndini hjá Løgtinginum.

Eina løtu hoyrdist, at Óluva Klettskarð úr Tjóðveldi skuldi gerast mentamálaráðharri, møguliga í einum sundurbýttum Mentamálaráði, men hendan ætlanin er slept – um hon væl at merkja nakrantíð var reell. Hetta hongur uttan iva saman við, at framløgufreistin fyri tingmál er um 2-3 vikur, og uppgávan hjá Mentamálaráðnum eftir tað einamest verður fyrisiting. Tað hevði tí ikki givið so nógva meining at havt 2 landsstýrisfólk umframt aðalstjóran at fyrisitið.

Sostatt hevur Framsókn nú eitt landsstýrisfólk fyri hvørt tingfólkið hjá sær og hevur styrkt seg munandi til eitt komandi val. Tjóðveldi telvaði seg til remis, men hevur styrkt seg á aðrar hættir, við tað at eitt nýtt tingfólk er blivið limur í flokkinum. Taparin av talvinum gjørdist Javnaðarflokkurin, sum innanfyri 6 vikur bæði er minkaður við einum tingmanni og einum landsstýrisfólki og at síggja til onki hevur fingið afturfyri.

Møguliga fær Javnaðarflokkurin formanssessin í Mentanarnevndini, nú nýggjur formaður skal veljast fyri Honnu Jensen, men tað stendur ikki mát við missin, og Javnaðarflokkurin fer tí nógv viknaður til tvey val í ár.

Nú Hanna Jensen fer í Landsstýrið, er næsti maður á Framsóknarlistanum Bjarni Kárason Petersen. Hann er nummar 4 í røðini eftir Poul Michelsen, Honnu Jensen og Ruth Vang. Bjarni Kárason Petersen er 24-ára gamal, úr Tórshavn, og hevur áður havt sæti á tingi. Hann verður yngsta tingfólkið í Løgtinginum. Fyrsta varafólk eftir hetta verður Bergun Kass, ið frammanundan umboðar Framsókn í Tórshavnar Býráð.

Hanna Jensen, mentamálaráðharri, er 45-ára gomul og úr Gøtu. Hon er útbúgvin M.A. í føroyskum og fronskum og hevur arbeitt sum miðnámsskúlalærari og lestrarvegleiðari. Hon er hevur somuleiðis verið býráðslimur í Eysturkommunu inntil nú, eins og hon er franskur konsul í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni