Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyatunnilin letur upp 29. apríl

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.02.2006 - 13:46 Eldri tíðindi

Nú er avgjørt at 1. dagurin Norðoyatunnilin verður opin verður leygardagin 29. apríl.

Frammanundan hevur verið gitt um 2. mai, men nevndin fyri Norðoyatunnilin hevur júst ásett 29. apríl sum dagin.Tíðindaskrivið frá Norðoyatunlinum er soljóðandi:



Norðoyatunnilin letur upp í apríl



 



Upplatingardagurin fyri Norðoyatunnilin er ásettur til leygardagin 29. apríl 2006.



 



Arbeiðið hevur gingið væl. Fyrsta skotið varð latið av í Leirvík tann 18. dec 2003 og nú, umleið 2 ár og 4 mánaðar seinni, verður latið upp fyri ferðslu.



 



Sambært arbeiðsáttmálanum skuldi tunnilin vera klárur miðskeiðis í august 2006, men arbeiðið at spreingja tunnilin, eins og arbeiðið at gera vatnbjálvingina, gekst væl. Eftirverandi arbeiðini hava verið løgd til rættis, soleiðis at arbeiðast kann í fleiri støðum í tunlinum í senn. Tí kann tunnilin latast upp fyri ferðslu góðar 3 mánaðar fyrr enn ætlað.



 



Tær 9 vikurnar, sum nú eru eftir til tunnilin letur upp, verða nýttar til endaliga gjøgnumgongd og liðugtgerð av rørum, vegbreyt, fjallatrygging, vatntrygging, bygningslutum, installatiónum og atkomuvegum. Eisini skulu elinstallatiónir, trygdarskipan og gjaldsskipan royndarkoyrast. Samstundis verða seinastu snøklarnir gjørdir og alt verður hampað.



 



Arbeiðsplássið við tunnilsmunnan í Leirvík, arbeiðsvegir v.m. verða ruddaði eftir at tunnilin er latin upp fyri ferðslu, og skal eftir ætlan alt vera liðugt innan tveir mánaðar eftir at tunnilin er latin upp fyri ferðslu.



 



Samlaði kostnaðurin fyri Norðoyatunnilin varð mettur til 405 mió kr og hildið verður, at metingin heldur.



 

Í sambandi við upplatingina verður skipað fyri hátíðarhaldi og ymsum tiltøkum. Ein skrá fyri hetta verður fyrireikað, og verður kunngjørd, tá ið upplatingardagurin nærkast meira.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Seðlarnir koma út kl 9
Toppdystur í Runavík sunnudagin
Takk fyri innliving, samhuga og -hugna,…
22 hval lagt beinini í Hvannasundi
Föroya Bjór vekir ans í National Geograp…
Møguliga lopnar í avgrundina
Vælkomin, kæra Nýskipa­nar­nevnd!
Irina Hayrapetyan í Varpinum sunnudagin
Reyði Krossur bankar á dyrnar í dag
Nýggir møguleikar fyri fólk við niðurset…
Myndarøð: Góvu Kroatia dyst til síðsta b…
Serligur dagur var í dag hjá RVtøkni
Betri avlop á 146 mió krónur
Veðrið um vikuskiftið
7 maskinsmiðir útlærdir á KSS
Nevndarlimir hjá Føroya Fiskimanna­felag…
Yrking: Tá Grundick var í Vestur­grønland…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Vinarbýarsamstarvi millum Klaksvík og Ta…
Eiga ella leiga ?