Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kunningarstovan flytir inn í handilshølini í Biskupstorgi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  18.03.2019 - 23:01 Politikkur Tíðindi

og býráðið kann ikki selja nýggju handilshølini til møguligar áhugaðar keyparar, uttan at hetta hevði ført til stór tap fyri kommununa, skrivar Jógvan Skorðheim, borgarstjórið, í frágreiðing til kommunala eftirlitið.

Tann 13. mars 2019 sendir borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, eina fragreiðing til kommunala eftirlitið um ætlanirnar hjá Klaksvíkar Kommunu við handilshølunum í miðbýnum, sum kommunan hevur keypt frá sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku fyri 25 mió. kr.:

….. Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at man hevur roynt at spurt seg fyri um møguligar áhugaðar keyparar eru, og staðfestast kann at søluprísurin hevði borið við sær eitt stórt tap fyri núverandi eigaran og harvið kommununa, og hevði hettar verið ein virðismissur fyri kommunukassan. Afturat hesum skal viðmerkjast, at í mun til bæði stødd og staðseting er talan um ein rættiligan avmarkaðan skara av keyparum til veghæddina, og tí er ikki rætta løtan at selja ognina…….

...... Í mun til kommunala endamálið er hartil at viðmerkja, at Klaksvíkar kommuna fyribils hevur ætlanir um at flyta Klaksvíkar kunningarstovu í veghæddina. Kunningarstovan fær tá betri og rúmsáttari karmar fyri sínum virksemi, ið stórur áhugi er fyri. Hugsanin er, at bæði kunningarstovan og annað vinnuligt virksemi í veghæddini kundu notið gott av hvørjum øðrum, og hevði hettar givið vinnulívinum enn betri sømdir at vaksa og styrkt menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi og útlitini fyri vøkstri í Klaksvíkar kommunu.
Tann parturin, sum kommunan ikki nýtur, er ætlanin at leiga út til ymsar vinnufyritøkur……

Meira seinri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum
Neytalortakapping Team Klaksvík
Bjørn Kalsø: Kalsoyar­tunnil fær ung fólk…
KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til B…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…