Lýsing
Lýsing

Bill spyr um musikkskúlan

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.03.2019 - 09:31 Politikkur Tíðindaskriv

Munnligur fyrispurningur til Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í undirvísingarmálum

 

1.     Hvussu nógvir næmingar standa á bíðilista hjá Musikkskúlanum tilsamans kring alt landið?

 

2.     Hvussu nógvir næmingar standa á bíðilista hjá Musikkskúlanum í Havn, Klaksvík, Runavík, Vágum, á Tvøroyri og í Vági?

 

3.     Hvussu verður raðfest, tá næmingar verða tiknir inn?

 

4.     Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja, at øll børn, sum ynskja tað, sleppa til undirvísing hjá musikkskúlanum?

 

 

Musikkskúlaskipanin er sera væl umtókt og mong eru tey, sum hava fingið sína tónleikaligu grundútbúgving haðani. Kring alt landið og í øllum samfelagnum gera fólk, sum hava sín tónleikaliga uppruna í musikkskúlanum, stórt gagn í øllum hugsandi høpi. Føroya Symfoniorkestur er besta prógv um tað ovurstóra virði, musikkskúlin hevur fyri tónleikaliga støðið og virksemið í landinum. Musikkskúlin er so væl umtóktur, at ikki øll, sum ynskja tað, fáa lut í skipanini. Tað hoyrist um langar bíðirøðir av næmingum, sum ikki sleppa framat vegna ov lítla peningaliga játtan. Spurningurin er sera viðkomandi fyri tey mongu, sum veruliga tráa eftir at fáa tónleikaundirvísing. Ein skipan, har nøkur sleppa framat, meðan onnur ikki sleppa, skeiklar samanhaldið og javnvágina í lokalsamfelagnum millum børn og ung. Fyri at varpa ljós á trupulleikan verða spurningarnir settir landsstýriskvinnuni við mentamálum.

 

Bill Justinussen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…