Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Ársaðalfundur - Áhugafelag Nólsoyar Páls

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.04.2019 - 11:02 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir

Boðað verður við hesum til ársaðalfund fyri árið 2018

Ársaðalfundurin verður í Nólsoyar Páls húsi 16. apríl klokkan 19.30.

 

Aðalfundarskrá smb. viðtøkur felagsins

1.        Val av fundarstjóra og fundarskrivara

2.        Formansfrágreiðing

3.        Framløga og góðkenning av grannskoðaðum  roknskapi fyri 2018

4.      Val av nevndarlimum

5.      Val av grannskoðara

6.      Ymiskt m.a. húsakeyp

 

Arbeiðið: 

arbeiðinum innan í húsunum líður nú rættiliga væl, og tað fáa tit sjálvandi høvi at síggja á fundinum.

Tá ið nú árstíðin batnar, verður arbeiðið uttandura: klædningur og teking tikið upp aftur.

 

Limagjald: 

smb. viðtøkurnar gera limirnir sjálvir av, um teir gjalda limagjald ella ikki. Alt sum kemur inn, kemur væl við. Til ber at flyta pening inn á hesar kontoir:

Norðoya Sparikassi                                9865            3009410

Betri Banki                                              9181            4293519

BankNordik.                                            6440            5307223

 

Viðv. húsakeypi: 

nevndin hevur gjørt av at keypa grannaognina, matr. 1372 við ábygdum húsum, við tí fyri eyga, at taka húsini niður. Málið verður lagt fyri aðalfundin til endaliga støðutakan.

Nevndin er samd um, at tað er umráðandi at fáa hendur á nevndu ogn, at leggja afturat verandi ogn. Tá ið so høvið beyðst, tóku vit av.  Við verandi fígging maktar felagið ikki sjálvt at fíggja keypið.  Men tað hevur eydnast at fáa eina fyrilbilsfígging, soleiðis at vit fáa umrátt okkum og royna at savna meira pening til felagið.

Eydnast tað ikki, verða vit noyddir at selja matrikul 1372 aftur. Vit vóna, at limirnir eisini taka væl undir við hesum tiltaki og stuðla felagnum soleiðis, at vit verða førir fyri at gjalda fyri keypið.

Vit vóna at síggja  nógvar limir á fundinum.

                   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…