Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sámal Petur aftur til røturnar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.04.2019 - 15:07 Politikkur Tíðindi

Sjálvstýri boðar í dag frá, at Sámal Petur í Grund verður valevni til komandi løgtingsval.

- Eftir at hava verið í útlegd í nøkur ár, kennist hetta sum at koma heimaftur. Eg meti, at tað hevur ongantíð verið størri tørvur á Sjálvstýrinum enn júst nú.

Sámal Petur sigur víðari, at hann heldur, at tann kósin ið formaðurin hevur stungið út í kortið, er tann rætta.

Fyritreytin fyri at vit framhaldandi kunnu hava eitt sterkt vælferðarsamfelag í framtíðini, er at vinnan fær tryggar og góðar karmar at virka undir, og at politiska skipanin fær eina breiðari semju um okkara fiskivinnu. Fiskivinnan er eitt av mínum hjartamálum, bæði tí eg dagliga havi nógv við part av fiskivinnuni at gera, og tí eg veit, hvussu stóran týdning hon hevur fyri okkara samfelag.

Harafturat hevur tað alstóran týdning, at vit sum land taka nógv størri fet á sjálvstýrisleið, so vit taka fult ræði á okkara landi.

Eisini íbúðarmøguleikanir hjá okkara lesandi uttanlanda liggja honum frammalaga í huga.

Virðulig viðurskifti til teirra sum hava borðið samfelagið uppi í teirra bestu árum er eitt hjartamál.

Samferðslan oyggjana og bygdanna millum er eisini eitt hjartamál.

Sámal Petur er gamal í garði í føroyskum politikki. Hann gjørdist landstýrismaður í Mentanar- og samskiftismálum í septembur 1994, og sat í hesum sessi til desembur 1997. Hann bleiv valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í 1998, og gjørdist í februar 2001 landstýrismaður í Almanna- og heilsumálum fyri Sjálvstýrisflokkin. Hesum sessi sat hann í til juni 2002, tá nýggj samgonga bleiv skipað.

Til løgtingsvalið í 2011 og 2015 stillaði hann upp á listanum hjá Framsókn, men hevur hann nú gjørt av at venda nøsina heimaftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Halda knøini til toppdystin sunnudagin?
Nei til muslimskan depil í Føroyum
Vármarknaður á Fossánesi
Føroyar – eitt paradís fyri ung og barna…
Beinrakin Búskapur
Tey sum bera umsorgan­ina í Føroyum
Trygd og Trivnaður
Flokkar­nir á fundi við MEGD
Enn ein áminning. NÚ ræður um at vakna –…
MEST: Avlop á 28,8 milliónir krónur afta…
Daniel Johansen: - Eg føli meg orduliga…
Eirikur: - Eg vóni vit fáa sjey tingfólk…
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Byrgingar eru eisini samferðsla!
Kvinnur­nar spæla VFF Cup finalu í kvøld
Útisiglarar vaksa ikki í havinum
Valfundur á TSK, við umboðum frá politis…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt