Lýsing
Lýsing
Lýsing

Konsertin verður sunnudagin, 19 mai klokkan 14, í Ósáskúlanum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.05.2019 - 14:32 Mentan Myndarøð Tíðindi

Pensjónistakórið „Í fínu formi“, sum á føroyskum eitur „Væl fyri“, frá Akureyri í Eyjafirði varð sett á stovn í 1986. Sigríður Schiöth var leingi kórleiðari, og eftir hana tók Guðjón Pálsson yvir og núverandi leiðari, Petra Björk Pálsdóttir, hevur leitt kórið síðan 2006. Fylgispælari er Valmar Väljaots frá Estlandi. 54 fólk tilsamans eru í kórinum, ið syngur fjølbroyttan tónleik, lívlig og stuttlig løg, men eisini friðarlig og mild. Kórlimir skulu vera fyltir 60 ár fyri at sleppa uppí. Kórið hevur haft nógvar konsertir runt Ísland og eisini uttanlands. Tað vitjaði í Danmark í 2000 og einaferð fyrr í Føroyum; tað var í 2002 og sungu tey tá í Klaksvík. Tá kórið fylti 30 ár í 2016 varð farið til Estlands, heimlandið hjá Valmar. Í hesi ferð okkara til Føroya kunnu ikki øll koma við, men vit fara at royna okkara besta við at syngja og hugna okkum. Skráin inniheldur mest íslendsk løg, men nøkur útlendsk løg eru við, harav er eitt eftir tykkara Eivør Pálsdóttur. Øll eru vælkomin til konsertina!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…