Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vanligt at blíva innskiftur og útskiftur sama dyst í KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  13.05.2019 - 22:35 Ítrottur Tíðindi

Aftur í kvøld bleiv ein leikari skiftur inn og út aftur í sama dysti hjá KÍ.

Hesaferð bleiv Darius Lewis skiftur inn og út í sama dysti. Niðanfyri hava vit samlað saman seks dystir seinasta árið hjá KÍ, har venjarin, Mikkjal K. Thomassen, hevur gjørt tað, sum summir venjarar kanska ongantíð í síni søgu gera. Í KÍ er tað eftirhondini blivi vanligt. Tá telja vit ikki útskiftingar uppí, har skaðar er orsøkin.

 

Steinbjørn Olsen móti Birkirkara í 2018

KÍ førdi samanlagt 3-1 móti Birkirkara, tá Steinbjørn Olsen bleiv skiftur inn í 86. minutti. Birkirkara minkaði um munin til 3-2 í 89. minutti og legði trýst á KÍ. Í 93. minutti bleiv Steinbjørn skiftur útaftur.

 


Jonn Johannessen móti Víkingi í 2019

Móti Víkingi var KÍ aftanfyri 2-1, tá Jonn Johannessen bleiv sendur á vøllin. KÍ javnaði stutt eftir. Í 90. minutti bleiv Jonn skiftur út aftur, tá Víkingur trýsti fyri at fáa vinnandi málið. Eftir dystin segði KÍ venjarin, Mikkjal K. Thomassen, við FM1, at tað var fyri at fáa meir styrki í deyðbóltsstøðunum, sum Víkingur fekk fleiri av, at hann skifti út.

 


Darius Lewis móti ÍF í 2019

KÍ førdi 3-0 í hálvleikinum og ein tryggur sigur sá út til at vera heima. KÍ skifti Darius Lewis inn at spæla á høgra bakki. Tað gekk ikki long tíð til hann bleiv fluttur longur fram á vøllin. Stutt eftir at ÍF minkaði til 2-3 móti endanum av dystinum bleiv Darius skiftur út aftur.

 


Aksel B. Danielsen móti B36 í 2019

Tá KÍ spældi fjórðingsfinalu móti B36 í kappingini um løgmanssteypið var KÍ aftanfyri 2-1 til 89. minutt. KÍ satsaði nógv seinastu løtuna og sendi m.a. Aksel B. Danielsen í álopið. Hann javnaði til 2-2. Tá KÍ hevði fingið leiðsluna í longdu leiktíðini, so bleiv Aksel skiftur útaftur. KÍ venjarin, Mikkjal K. Thomassen, segði tá, at orsøkin var, at hann vildi hava meira javnvág á liðnum og stýra dystinum, tí KÍ hevði so nógvar álopsleikarar inni samstundis áðrenn málið.

 


Takuya Matsunaga móti TB í 2019

Móti TB var Jákup B. Andreasen skiftur út í fyrra hálvleiki, tá dysturin var avgjørdur, tí hann hevði havt onkran snudd í vikuni fram til dystin. Takuya Matsunaga, sum er frá Japan, kom inn í 21. minutti, men hann bleiv skiftur út aftur longu í 34. minutti, tá KÍ førdi 4-0. Mikkjal K. Thomassen segði við FM1 eftir dystin, at hann hevði verið skaddur, og er ikki heilt á toppinum enn. - Vit gjørdu nakrar justeringar og eg kravdi av leikarunum í dag, at vit skuldu hava eina høga leikferð allan dystin, tí tað er øgiliga týdningarmikið, at vit ikki fara niður í støði fyri tað, um vit koma framum, segði KÍ-venjarin m.a.

 


Darius Lewis móti Skála í 2019

Í 55. minutti í seinna hálvleiki bleiv Darius Lewis skiftur inn fyri Jonn Johannessen. KÍ førdi 1-0. Men 19 minuttir seinni bleiv Darius skiftur út aftur. Í samrøðu á FM1 eftir dystin segði Mikkjal K. Thomassen, venjari, at tað var fyri at fáa gjørt taktiskar broytingar, so liðið fekk betri tak á dystinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…