Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri avmyndaður á Fiskivinnutinginum í Klaksvík | Mynd: Oliver Joensen

Smidligari uttan landsstýrisfólk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.05.2019 - 10:45 Leiðarin Politikkur Vinna

Tá Charles-Louis de Secondat, vanliga róptur Montesquieu, orðaði læruna um tríbýti av valdinum, sum nærum øll demokratisk lond í heiminum seinni tóku við í sínar stýrisskipanir og grundlógir, sá hann fyri sær eitt skarpari uppbýti millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið, enn vit hava í Føroyum.

Dømandi valdið, dómstólarnir, eru í tráð við hansara læru. Óheftir og leysir av politisku skipanini. Men hini bæði valdini, tað lóggevandi og tað útinnandi, eru her hjá okkum meira sósað saman. Tað eru fyrst og fremst tingfólk, sum fara í Landsstýrið, og landsstýrisfólkini gera flestu lógaruppskotini. Hetta er onki eindømi fyri Føroyar, tó, tí soleiðis er tað eisini í londunum kring okkum.

Tá lógin um Sjófeingi var fyri í 2017, so kærdu andstøðuumboðini í Vinnunevndini sína neyð. Næstformaðurin í nevndini, Jørgen Niclasen, segði við útvarpið, at samgonguumboðini í nevndini fingu so illa arbeitt, tí at kalla alt skuldi góðtakast av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum fyrst. Tað gjørdi, at tingfólkini hjá samgonguni ofta máttu bíða eftir grønum ljósi frá landsstýrismanninum, og tílíkt seinkar sjálvsagt arbeiðinum hjá einari og hvørjari tingnevnd.

Tað er ikki í tráð við valdstríbýtið, at tað skal vera so. Tá Landsstýrið hevur borið sítt uppskot niðan í tingið, hevur tað gjørt sín part og eigur ikki at vera verðandi inni yvir málið. Lóggávuvaldið eigur at hava fríar hendur at taka yvir tá og tillaga uppskotið, sum tað finnur best, og tá tað er samtykt, skal Landsstýrið rætta inn eftir tí. Løgtingið eigur ikki at rætta inn eftir Landsstýrinum.

Eftir at samgongan misti meirilutan tann 29. apríl kom eisini vend í. Longu fýra dagar seinni, tann 3. mai, fekk Vinnunevndin (har andstøðan hevur meirilutan) ígjøgnum, at einans 3 av teimum 40 broytingunum, sum landsstýrismaðurin skeyt upp, skuldu samtykkjast. Hetta bleiv einmælt samtykt, ivaleyst tí vandi annars var fyri, at als ongin broyting bleiv samtykt.

Og eina viku seinni, tann 10. mai, kom so ein søgulig semja um umsitingarætlan, har umboð fyri Reiðarafelagið, felagið Trolbátar, Havstovuna, tey trý manningarfeløgini, Fiskimálaráðið, Meginfelag Útróðrarmanna og Vørn hava skrivað tilmæli. Áður hevur fiskifrøðin staðið aðrumegin og vinnan hinmegin, langt hevur verið millum partarnar, og so hevur tað verið afturvendandi uppgávan hjá politikarunum at skera ígjøgnum. So var ikki hesaferð. Nú er semja.

Umboðið fyri Reiðarafelagið, Hanus Hansen, er avgjørdur, tá hann varð spurdur um, hvussu tað bar til at tað eydnaðist at samansjóða so ymisk áhugamál. “Tí vit fingu frið at arbeiða”, er stutta svarið. Hann leggur afturat, at um øll fiskivinnunýskipanin varð gjørd á sama hátt, nevniliga at umboð fyri alla fiskivinnuna settu seg saman at gera tilmæli til politisku skipanina, so hevði nýskipanin verið nógv meira væleydnað, enn hon er.

Millum reglurnar sigur hann sostatt, at tað at skipanin kom úr erva frá einum landsstýrismanni fyri ein politiskan flokk, var orsøk til at har var so nógv ónøgd og bert ein smøl semja aftanfyri hana í Løgtinginum, 18 ímóti 15 tingmonnum. Frammanundan hevði landsstýrismaðurin gjørt ein bundnan arbeiðssetning til fyrireikandi arbeiðsbólkin, og seinni bleiv sæð burtur frá tí, bólkurin kom við. Flestu hoyringarsvarini vórðu heldur ikki tikin til eftirtektar.

Fiskivinnunýskipanin varð tí roknað sum eitt reint partapolitiskt projekt hjá í fyrsta lagi fiskimálaráðharranum og í øðrum lagi samgonguni, og tí var ongin breið semja gjørlig.

Ólíka smidligari hevur gingist, nú arbeiðsbólkurin slapp at arbeiða, uttan at landsstýrismaðurin var inni yvir arbeiðið, og hetta hevði ivaleyst eisini verið galdandi fyri arbeiðið í tingnevndunum í Løgtinginum. Vit mugu bara sanna, at fylgja vit upprunaliga sundurbýtinum hjá Montesquieu betur, fer uttan iva at gangast ómakaleysari at finna breiðar semjur í framtíðini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum